Fjeppararnir hjá Reyðu Stjørnu gleða seg til at møta ÍBV

Vinnarin av samlaða dystinum millum HB og íslendska liðið ÍBV í fyrsta undanumfarinum í Europa League møtir Reyðu Stjørnu Beograd í tí næsta undanumfarinum.

 

Fjeppararnir hjá Reyðu Stjørnu eru fullvísir í, at Reyða Stjørna kemur at møta ÍBV, sum teir ikki ivast í fer at knógva HB í tí fyrsta undanumfarinum í Europa League.

 

Í lokala blaðnum í Vestmannaoyggjunum, Eyjafréttir er ein grein um, at ídnir fjepparar hjá Reyðu Stjørnu eru byrjaðir at skriva boð á facebook-síðuna hjá ÍBV við sjónbandabrotum, sum sýna hvussu ræðandi áskoðarafjøldin hjá Reyðu Stjørnu kann verða fyri mótstøðuliðini, sum verða noydd at spæla ímóti Reyðu Stjørnu á útivølli.

 

Fjeppararnir hjá Reyðu Stjørnu, sum ikki ivast í, at HB er úti av kappingini um tvær vikur skriva aggresiv boð sum "Welcome to Hell" á facebook-síðuna hjá ÍBV. Summir fjepparar hjá Reyðu Stjørnu skriva eisini bart út á facebook-profilin hjá ÍBV, at teir ikki ivast í, at ÍBV vinnur á HB.