Ónøgdin í Liverpool hevur verið stór, síðani George Gillett og Tom Hicks keyptu felagið. Og tað ætla fjeppararnir nú at gera nakað við. Ein bólkur av Liverpool-fjepparum hevur nú sett sær fyri at fáa 100.000 fjepparar at savna íalt 5 milliardir krónur, so felagið kann keypast aftur. – Tíðin er búgvin til eina øðrvísi loysn, sigur ein av stigtakarunum, Rogan Taylor, við BBC.