Fjarlestur góða undirtøku

Tíðindaskriv

Føroya Handilsskúla á Kambsdali

Góð undirtøka fyri fjarlestri 40 nýggir fjarlestrarnæmingar byrjaðu leygardagin á Handilsskúlanum á Kambsdali. Hetta eru fyrstu ferð at farið verður undir eina føroyska miðnámsútbúgving sum fjarlestur. Handilsskúlin á Kambsdali tók fyrr í ár stig til at bjóða FHS útbúgvingina sum fjarlestur. Endamálið var at røkka teimum málbólkum, sum av einhvørjari orsøk ikki dagligt hava møguleika at nema sær ein miðnámsútbúgving ella teir førleikar FHS gevur. Hugsað varð m.a. um okkara sjófólk, útjaðaran, fólk við likamligum breki, og fólk, sum av eittnú fíggjarligum ella sosialum orsøkum ikki hava møguleika at ganga á dagskúlanum. Meting skúlans av tørvinum má sigast at vera røtt, tí undirtøkan hevur verið nógv betri enn skúlin hevði væntað. Um 40 næmingar hava teknað seg til lærugreinarnar marknaðarførsla, virkisbúskap, kunningartøkni og enskt, sum blivu bodnar út í ár. Hetta eru næmingar úr øllum landinum og við nógvum ymiskum fortreytum. Leygardagin hittust næmingarnir á skúlanum á Kambsdali til ein innleiðsludag. Tey fingu eina stutta innleiðslu í forrit o.a., sum verða brúkt til fjarlesturin, umframt at lærararnir stutt greiddu frá einstøku lærugreinunum.