Almennur kunnandi fundur um Fjarlestrardepilin verður í skúlahøllini í Vágs skúla í annaðkvøld, týskvøldið klokkan 19.
Tað sigur Vágs kommuna í fráboðan í kvøld.
Á fundinum verður greitt frá Fjarlestrardeplinum og virkseminum á Fjarlestrardeplinum. Eisini verður greitt frá hvussu áhugaði kunnu fáa hjálp at finna fjarlestrarútbúgvingar.
Eisini verður greitt frá, hvussu Fjarlestrardepilin fyri at bjóða lesandi skeið og lestrarvegleiðing í heyst, og harumframt hvussu lesandi kunnu brúka hølisviðurskiftini á Fjarlestrardeplinum.
Møguleiki verður sjálvsagt á fundinum at seta spurningar og umrøða hvørjir møguleikarnir eru í fjarlestri sum heild og á Fjarlestrardeplinum.
Fundurin verður í skúlahøllini í Vágs skúla klokkan 19, og øll eru hjartaliga vælkomin, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.
Lesið eisini um útbúgvingartilboðini á Fjarlestardeplinum á www.fjarlestur.fo










