Fjarhitaprísurin skal lækka

Kappingareftirlitið sigur, at hóast fjarhitin var nakað bíligari í fjør, so er fjarhitin framvegis millum dýrastu loysnirnar til upphiting. Prísurin eigur at lækka, sigur eftirlitið.

Kappingareftirlitið svarar nú aftur upp á atfinningarnar frá Fjarhitafelagnum móti frágreiðingini, sum Kappingareftirlitið skrivaði um Fjarhitafelagið.

 

Kappingareftirlitið kom til ta niðurstøðu, at kundarnir hjá Fjarhitafelagnum rindaðu ov nógv og høvdu ov fá rættindi í mun til brúkarar av øðrum hitaloysnum og fjarhitabrúkarum í Danmark.

 

Fjarhitafelagið hevur funnist at frágreiðingini og víst á, at hon nýtir prísir frá 2014, tá fjarhitin var sum dýrast. Var prísurin frá 20156 nýttur, hevði samanberingin við aðrar hitaloysnir sæð heilt annarleiðis út, vil Fjarhitafelagið vera við.

 

Kappingareftirlitið svarar nú aftur og sigur, at gamaní hevði samanberingin sæð annarleiðis út, men fjarhiti hevði framvegis verið millum dýrastu hitaloysnirnar. Orsøkin til lága fjarhitaprísin í 2016 er, at oljuprísurin er lækkaður. Tí verður prísurin á oljuupphiting eisini lægri, um tølini fyri 2016 verða nýtt. Ein samanbering, sum tók støðið í prísinum í 2016 hevði víst, at meðan hitapumpan og jarðhitin vóru dýrari, so varð oljufýring enn bíligari enn jarðhitin.

 

Kappingareftirlitið vísir harumframt eisini á, at miðalprísurin hjá fjarhitakundum seinastu 10 árini hevur verið 0,8 kr/kWt. Um hetta verður støðið í samanberingunum er fjarhitin dýrasta loysnin til upphiting. Í ár er prísurin 0,7 kr/kWt. Við hesum prísinum eru allar loysnir uttan hitapumpan bíligari enn fjarhiti.

Spurningurin er tí um fjarhitaprísurin fyri 2016, ið var eitt ár við óvanliga lágum gassoljuprísum, er serliga viðkomandi at brúka í hesi samanbering, skrivar Kappingareftirlitið.

 

Fjarhitafelagið hevur eisini víst á, at tað hevur gjørt broytingar í samband við gjøgnumskygni, men í svari sínum sigur Kappingareftirlitið, at hóast hetta er gleðiligt, so er enn langt á mál.

Grundað á eina samlaða meting av øllum hesum viðurskiftum, er Kappingareftirlitið komið til ta niðurstøðu, at fjarhitaprísurin í Føroyum eigur at lækka, og at støðan hjá fjarhitabrúkaranum eigur at betrast munandi, skrivar Kapppingareftirlitið.