Tað ljóðaði undan norðoyastevnu, at bæði teir á Havnarbátinum og teir umborð á Vestmenninginum ætlaðu sær at bjóða Eysturoyinginum av í kappingini um fyrsta plássið hjá tíggjumannaførunum, men í fyrstu atløgu varð hetta av ongum. Eysturoyingur legði seg framum hinar bátarnar beinanvegin. Plaseringin hjá hinum bátunum skifti eitt sindur inn eftir vánni í Klaskvík, men sigurin var rættuliga sannførandi, og tað var ongantíð talan um, at nakar skuldi skala FM vinnararnar frá í fjør.
Um tað fer at eydnast hjá Eysturoyingi at endurvinna allar seks FM róðrarnar, sum teir vunnu í fjør, fer tíðin at vísa, og tað er bæði tengt at venjingarstøðuni umborð á Eysturoyingi og umborð á hinum bátunum.
Hava ikki toppað enn
Men skulu vit trúgva bátsformanninum umborð á Eysturoyingi, so kann tað fara at verða torført hjá hinum manningunum at vinna á føroyameistarunum.
Ludvík Justinussen eitur bátsformaðurin á Eysturoyingi, og hann heldur ikki, at teir eru ikki so væl fyri nú, sum teir vóru um somu tíð í fjør:
? Í fjør vandu vit út í eitt frá flaggdegnum av, og á norðoyastevnu kendu vit okkum at vera í toppformi. Tað gjørdu vit ikki leygardagin, tí vit hava ikki vant nóg nógv. Vit flotaðu bátin flaggdagin, men dagin eftir fóru vit niður á Scillyoyggjarnar, og vit vóru burtur í meiri enn eina viku. Tað vil við øðrum orðum siga, at vit hava bara vant við Eysturoyinginum í fýra vikur, og tað er ikki nóg nógv fyri at vera í fullari venjing. Sjálvandi fingu vit nakað burturúr kapprógvingini á Scilly oyggjunum, men talan var um heilt øðrvísi róður og harvið um heilt øðrvísi venjing, enn tað, sum skal til, tá vit rógva í Føroyum.
Sundalagsstevnan verður um tríggjar vikur, og tá roknar bátsformaðurin á Eysturoyingi við, at teir vera í fullgóðari venjing.
? Ein av manningini býr í Klaksvík, og tað hevur gjørt tað eitt sindur ólagaligt at venja. Tað er meiri enn so komið fyri, at vit bara hava verið átta til venjingar, sigur Ludvík Justinussen. Hann róði við Eysturoyingi fyri fyrstu ferð í fjør, og tað vil við øðrum orðum siga, at hann veit ikki um annað enn at vinna.
Saman við honum eru allir teir somu, sum vunnu so nógv í fjør, burtursæð frá einum manni, sum er í Afrika.
Eysturoyingurin var longu sunnudagin at síggja á Skálafjørðinum, og tá vit spyrja bátsformannin, um hann ikki kvígur fyri, at tað verður torført at halda huginum í topp, tá tað er so langt millum FM kappróðrarnar, so tykist hann vera fullvísur:
? Tað er so sera stuttligt og spennandi at venja og rógva, tá tað gongur so mikið væl, sum tað hevur gjørt hjá okkum, síðani vit fingu bátin, so tí eri eg als ikki bangin fyri.
Høvdu alla tíðina tak á
Beint eftir startskotið í Klaksvík tóktist tað sum um Havnarbáturin leyp avstað, men eftir tey fyrstu tøkini hevði Eysturoyingur fingið stavnin framum, og har vóru teir liggjandi.
? Hóast talan var um fimtan hundrað metra mál, so róðu vit sum um málið var tvey túsund metrar. Sjálvandi kennist tað lættari, tá tú alla tíðina sært aftur á hinar bátarnar, og um teir høvdu bjóðað meiri av, enn teir gjørdu, so eri eg ikki í iva um, at vit høvdu verið førir fyri at givið okkum meiri, heldur Ludvík Justinussen, sum ásannar, at av tí, at teir sjálvir ikki mettu seg at vera so væl fyri á norðoyastevnu, so var eitt sindur av fjáltri á teimum undan róðrinum, men fjálturin fór skjótt burtur.
Vit kunnu undir øllum umstøðum staðfesta, at tað tykist sum um teir umborð á Eysturoyingi eru fullir í sjálvsáliti. Spurningurin er so, hvussu stórir mótstøðumenn teir fara at vera hjá sær sjálvum ? sovorðið spøkir altíð fyrr ella seinni hjá teimum, sum vinna nógv ? og hvussu tað verður við kappingini frá hinum bátunum.
Tíggjumannaførini eru ikki so mong, sum tey plaga at vera, men talan er um bátar, sum ofta hava vunnið áður, og eina ferð man fara at bragda hjá teimum aftur, sum ikki vunnu í Klaksvík. Um tað verður í ár fara teir sjálvir at avgera ? saman við fjarbúgvunum umborð á Eysturoyingi!