CNN, BBC, DR, TV2, ÚF, SVF og allar aðrar tíðindastøðir í heiminum vísa tær somu myndirnar, og tosa um ta somu hendingina. Myndirnar frá teimum deyðadømdu tvíburðatornunum í New York ganga heimin runt og allur heimurin heldur andanum, tá ið tað óhugsandi hendur. Tornini rapa og Amerika er farið í hernað. Í hernað ímóti yvirgangi. Nostradamus verður dustaður av og nærlisin enn einaferð. Og sjálvandi hevur hann spátt, at World Trade Center fór at falla. Undirgangur heimsins er nær. Ein lítil detalja, um at gamli Nostradamus ikki hevur skrivað nakað um tornini, gleppur ímillum. Men skaðin er hendur og heimurin er ótryggur.
Fáar mánaðar seinni skal eg til San Francisco at lesa. Tað hendi meira enn einaferð, at onkur hugdi eitt sindur skeivt, tá eg segði, at eg skuldi til USA. Eitt eygnakast, sum segði, at eg kundi ikki vera rættsiktaður at fara til Amerika, har er jú kríggj!
Síðani er Taleban-stýrið fallið, Osama Bin Laden er sum sokkin í jørðina, meðan hermenn hansara berjast til seinasta mann í Afghansku fjøllunum. George W. Bush og Colin Powell royna at sløkkja bálið í Miðeystri.
Eg var eitt sindur spentur at vita, hvussu skilið fór at vera, tá eg kom til USA. Trygdartiltøkini vóru jú herd munandi um allan heimin, nú skuldi tú checka inn 2 tímar áðrenn fráferð og ferðafólk skuldu fyrireika seg til at vera kannað í høvur og enda.
Aftaná eina langa flogferð kom eg so endiliga til San Francisco International Airport og skuldi framvið einum grummum manni inni í einum lítlum glasbúri. Men hvussu var og ikki, aftaná at eg hevði skrivað tað, sum eg skuldi, var eg latin inn í landið. Uttan at fara úr klæðunum, uttan, at kuffertini vóru kannað og uttan at onkur maður kom undan einum glasveggi og bað um at tosa við meg undir fýra eygum.
Tað er eingin ivi um, at yvirgangsálopið hevur sett síni djúpu spor í amerikanska fólkið. Tað hevur nærum ikki verið dagur har 9/11, sum amerikumenn rópa dagin, varð nevndur. David Letterman, Jay Leno og hinir sjónvarpsvertirnir hava framvegis onkrar skemtisøgur um Osama Bin Laden, og fólk kunnu ikki semjast, hvat skal gerast við Ground Zero. Skulu tornini endurreisast, skal økið verða ein minnisvarði ella hvat? America open for business skelti eru í hvørjum handilsrúti og flest allir amerikumenn vita nú, hvar Afghanistan er.
Men líka síðani, at George W. Bush endaliga kundi siga, at tað var Osama Bin Laden, sum hevði ábyrgdina, hevur kríggið ímóti yvirgangi verið eitt rímiliga dult kríggj. Tíðindamenn hava sera torført við at sleppa framat hermótinum og í USA er dagligdagurin komin aftur.
Einans eitt hálvt ár aftaná ,at David Letterman varð heiðraður fyri at halda fram við skemtisendingini hjá sær dagin aftaná herviliga álopið, er størsta søgan í USA, at hann møguliga flytir frá CBS sjónvarpsstøðini til kappingarneytan ABC. Bløðini eru farin at tosa um sjónvarpið aftur. Hvør vinnur Survivor - tað er amerikanska útgávan av Robinson - ella hvørja av teimum 25 giftingarhugaðu kvinnunum fer einsamalli hanin í The Bachelor at velja. Enron gølan og sváru trupulleikarnir við kynsligum yvirgangi í katólsku kirkjuni fáa ta rúmd í fjølmiðlunum, sum slíkar søgur eiga. Sterku kenslurnar, sum brendu í amerikanska almenninginum í vikunum og mánaðunum aftaná 11. september, eru ikki so eyðsýndar longur. Tá ið Oscar standmyndirnar vóru latnar herfyri, varð nógv tosað um, hvussu verturin Whoopi Goldberg fór at megna at lata vera við at tosa um svarta týsdagin.
Opna sárið í amerikanska fólkinum er um at lekjast, men minnið verður ikki gloymt. Á sama hátt sum the Day of Infamy, álopið á Pearl Harbor, framvegis livir í amerikanska minninum, fer minnið um 11. september 2001 at liva.
Men um støðan er so ring nú - meira enn eitt hálvt ár aftaná - sum New York Times og nógvir aðrir við teimum skrivaði 13. september, so er tað torført at merkja her í America. Er talan veruliga um triðja heimsbardaga, so er hesin heimsbardagin annarleiðis enn hinir, sum undan fóru.
Eitt stríð, sum fáir servandir amerikanskir hermenn skulu taka sær av langt heimanifrá.