Hetta fáa gestirnir á Fjarðastevnuni eisini at sanna, tí samkomurnar í Vestmanna hava gjørt sítt til at hesin tørvurin verður nøktaður um vikuskiftið.
Missiónshúsið bjóðar hvørt kvøld til útifundir á Torginum. Dentur verður her lagdur á góðan sang. Eftir hetta verður opið hús í missiónshúsinum.
Samkoman Saron ger eisini vart við seg á stevnuni. Fríggjakvøldið og leygarkvøldið fara limir í samkomuni at hava útifundir á Torginum. Aftaná verður opið húsið við kaffi og sangi í samkomubygningi teirra.
Nevnast kann, at við gudstænastuna sunnumorgunin fer Hans J. Joensen, bispur at prædika. Somu tíð verður evangeliskt møti í Saron.