Fjarðafestivalurin vónar og væntar framvegis, at P.O.D spælir á festivalinum í summar. Tað sigur Vinjard Johansen, stjóri og ein av fyriskiparunum av Fjarðafestivalinum, við Rás2.
Evropeiski umboðsmaðurin hjá amerikanska rokkbólkinum er farin í gjaldsteðg, og tær ætlaðu 19 framførslurnar, sum P.O.D skuldu spæla í Evropa í summar, eru avlýstar.
Fjarðafestivalurin og P.O.D samráðast um nýggjan sáttmála.
Vit eru bjartskygdir og samráðast við bólkin hvønn dag. Vit vænta at greiða hesa fløkjuna, so bólkurin spælir á festivalinum. Vit hava sjálvsagt hugsa um møguleikan, at høvuðsnavnið ikki spælir á Fjarðafestivalinum kortini, og vit arbeiða samstundis við at finna okkurt alternativ, um tað miseydnast við P.O.D, sigur Vinjard Johansen. Hann leggur dent á, at Fjarðafestivalurin væntar, at amerikanski rokkbólkurin spælir á Skálafjørðinum í summar.
P.O.D er høvuðsnavnið á Fjarðafestivalinum í summar.









