Fjarðafestivalurin byrjar kl. 21 fríggjakvøldið

Fyrireikarnir vilja geva fólki høvið at spæla Gekk, áðrenn tey koma á festival Gekkurin hevur ongantíð verið størri, og spenningurin um tær mongu krónurnar hevur veruliga rist seg fastan hjá Føroya Fólki. Tí hava fyrireikarnir aftanfyri Fjarðafestivalin tikið avgerð um at útseta setanina av Fjarðafestivalinum til kl. 21, so fólk fáa avgreitt gekkaspenningin fyrst.

Hans Jacobsen setur Fjarðafestivalin kl. 21. Skráin fríggjakvøldið verður annars hendan:

Kl. 21.30 : Woody Wright (innipallur)

Kl. 22.30 : Lynda Randle (útipallur)

Kl. 23.45 : The Isaacs (útipallur)

Kl. 01.00 : Martin & The Revelators (innip.)

Kl. 01:45 : Superhero (útipallur)