Fjarðafestivalurin 2010 nærkast

Nú eru bert nakrir dagar eftir, til ársins Fjarðafestivalur fer av bakkastokki, og fyrireikarirnir lata væl at. Skráin er nú almannakunngjørd, og nógv ymiskt er at velja ímillum.

 

Høvuðsnøvnini í ár eru bæði úr USA, og standa bæði fyri dygdartónleiki hvørt av sínum slagi. Talan er um fyrrverandi leadguitarspælaran úr nu-rokk bólkinum CORN, Brian Head Welch, og frá tí vælkendu serkristnu lovsangs sjangruni, kemur ongin minni enn Brenton Brown, sum hevur skrivað nógvar av kendastu lovsangunum, sum verða sungnir av kirkjum og samkomun runt allan heimin, eisini her heima hjá okkum. Eisini verður bjóðað tað besta frá kristna føroyska tónleikalívinum.

 

Sum nakað nýtt bjóðar Fjarðafestivalurin evnislestrar og verkskeið frá mánakvøldinum 31 mai. Annars er tað tónleikurin sum er høvuðsinnihaldið, eins og undanfarin ár, umframt at fyrireikarirnir leggja dent á at skapa so stóran hugna á økinum, sum gjørligt. Umframt nógv ymisk tiltøk fyri børn við Fjarðalandi, er eisini camping og tjalding ein týðandi partur av festivalinum.

 

Eins og undanfarnu árini, fær málningalistin eisini sítt fasta pláss á festivalinum í ár, og verða tað hesaferð tveir sýnarar, sum fara at sýna fram; Maibritt Frederiksberg av Strondum, og Edith Mørkøre, Hoyvík.

 

Nærri kunning fæst á heimasíðuni fjardafestival.com, siga

fyrireikararnir.