Vinnarin rann teinin upp á 40 minuttir og 20 sekund. Húsafelli er 591 metrar høgt.
17 luttakarar fullførdu túrin. Ein gavst rættiliga skjótt eftir byrjan.
Hóast titltakið varð nevnt renning, vóru kortini fleiri, ið tóku túrin sum ein vanligan motiónstúr og brúktu heldur longri tíð enn vinnarin. Kappast varð um eina flogferð, so okkurt var hjá teimum fyrstu at renna eftir. Og tætt var í oddinum. 15 sekund millum nummar eitt og nummar tvey, og so 10 sekund niður til nummar trý.
Elsti luttakarin í tiltakinum var 68 ára gamal, og tann yngsti var 10 ár. Teir brúktu ávikavist ein tíma og 30 minuttir og ein tíma og tríggjar minuttir um túrin.
Vinnari av renningini gjørdist ungi kollfiðringurin Jóan Karl Joensen, sum í summar hevur roynst rættiliga væl í rennikapingunum, sum verið hava. Hann brúkti 40.20 min. um túrin. Allan Nielsen úr Sandavági hevði tíðina 40.35, og Edgar Caballero úr Paraguay hevði 40.45 min. um at koma niðan á Húsafelli og aftur.









