Ríkisumboðsmaðurin í Føroyum, Niels Elkær- Hansen, helt tað vera best, at føroyingar ikki vistu alt um hernaðarligu útbyggingina, sum fór fram í fimti- og sekstiárunum.
Elkær-Hansen ráddi á einum fundi í danska uttanríkisráðnum embætismonnum og heryvirmonnum at fjala sannleikan um hernaðarútbyggingar fyri føroyingum. Hetta var í sambandi við, at amerikumenn skuldu hava Tropo-Scatter-støðina í Føroyum, sum ikki var tað sama sum NATO-støðin.
Hetta kemur fram í ískoytisfrágreiðingini til ávegisfrágreiðingina um føroyska leiklutin í kalda krígnum. Jákup Thorsteinsson, søgufrøðingur, hevur skrivað frágreiðingina.
Fjaldu virksemi
Á fundinum í uttanríkisráðnum í 1961 var eingin føroyingur til staðar, men bert danskri embætismenn, heryvirmenn og ríkisumboðsmaðurin.
Evnið á fundinum var Tropo-Scatter-støðin, sum amerikumenn helst vildu hava í Vágum, tí har var flogvøllur. Av politisku orsøkum vildi Petur Mohr Dam, løgmaður, ikki góðtaka, at ein nýggj hernaðarlig støð varð bygd í Føroyum, men kravdi hana fjalda í virkseminum á Sornfelli.
Niels Elkær-Hansen segði á fundinum í uttanríkisráðnum, at ein nýggj støð í Vágum fór at skapa øsing og trupulleikar.
- Um mann hinvegin sigur við føroyingar at ein útbygging av NATO-støðini var neyðug, fór tað neyvan at hava við sær stórvegis trupulleikar. At eitt minni tal av amerikumonnum skuldu arbeiða á støðini fór heldur ikki føra til mótmæli, segði Elkær-Hansen.
Danskar avgerðir
Jákup Thorsteinsson, søgufrøðingur, vísir á, at hetta er eitt skjalprógvað dømi um, at Elkær- Hansen gav fundarluttakarunum tey ráð, beinleiðis at siga ósatt og dylja sannleikan fyri føroyingum, og hesi ráð vóru fylgd.
- Avgerðir vórðu tiknar Føroyum viðvíkjandi, uttan at føroyingar á nakran hátt vóru umboðaðir. Hetta er eitt slag av hjálandastýri, sum her kom til sjóndar, sigur Jákup Thorsteinsson í frágreiðingini.
Tað er ikki tí, at Føroyar statsrættarliga vóru eitt hjáland, men tí at tann lógin, sum lýsir Føroyar sum eitt sjálvstýrandi fólkasamfelag í danska ríkinum eisini hevur ta áseting, at kompetansan hjá føroyskum myndugleikum var avmarkað í teimum førðum, tá altjóða avtalur og skyldur vóru galdandi. Ríkismyndugleikarnir høvdu avgerðarrættin í spurningum, sum viðvíkja sambandinum millum danska ríkið og útlandið.