Fjórðingsfinalurnar í føroysku steypakappingini er fyri framman í kvøld, og byrjað verður klokkan 17:00 í trimum dystum. Dysturin, heima á Sandi verður tó spældur klokkan 17:30.
Liðini, ið komin eru til fjórðingsfinalurnar, eru annars.
AB, B36, B71, EB/Str., HB, KÍ, TB og 07 Vestur.
Og dystirnar eru:
Klokkan Dystur
17:30 B71-AB
17:00 EB/Str.-KÍ
17:00 HB-TB
17:00 07 Vestur-B36
Av hesum dystum, munnu summi av liðunum sigast at vera stórfavorittar, til at náa víðari luttøku. Serliga HB, ið er flúgvandi er komið inn í nýggja Formulakappingarárið, eru favorittar, tá teir fáa vitjan av einum TB, ið eisini eru byrjaðir væl í kappingarárinum í 1. Deild.
Av øðrum favorittum, man EB/Streymur liðið sigast at vera favorittar, eftir at hava byrjað kappingarárið, við at vinna á júst sama mótstøðuliði, sum í dag.
Hinar báðar uppgerðirnar eru millum eitt lið, í Formuladeildini og eitt í 1.Deild. Talan er um B71, heima móti AB, og nýggja liðið 07 Vestur móti B36.
Merkisvert er at leggja sær í geyma, at tað í kvøld er talan um lið í góðum formi. Øll uttan tvey av liðunum í fjórðingsfinaluni eru byrjaði í kappingarárinum við trivaligum sigrum.
Bert B71 og KÍ eru byrjaði í landskappingini við ósigrum, og spennandi verður at fylgja liðunum í kvøld, um tey megna at venda gongdini, og vinna seg til hálvfinalurnar