Fjórðings­finalurnar klárar

EB/Streymur, sum hevur vunnið tríggjar av síðstu fýra finalunum í steypakappingini, skal í fjórðingsfinaluni møta NSÍ á útivølli

Mánakvøldið var lutakast um, hvussu tey átta liðini, sum eru eftir í kapp­ingini um Løgmanssteypið, skulu spæla í fjórðingsfinalunum. Og ikki ber til at siga annað, enn at í øllum førum tríggir av teimum fýra dystunum kunnu gerast sera spenn­andi.
EB/Streymur, sum hesi seinnu árini hevur verið sterkasta steypa­liðið í landinum, skal á útivølli spæla ímóti NSÍ, sum fyrr plagdi at koma langt, men seinnu árini ikki hevur yvirlivað fyrsta umfar. Fleiri vilja vera við, at EB/Streymur er besta liðið í løtuni, og so fæst at síggja, hvat NSÍ kann gera á heimavølli ímóti steypavinnarunum.
Ein annar áhugaverdur dystur er eisini eysturoyaruppgerðin mill­um Víking og B68, sum skal spælast í Gøtu. Víkingur vann steypa­kappingina fyri tveimum árum síðani og er ein lítil favorittur á heimavølli ímóti B68, sum ikki hevur nakað steyp á sínum avriks­lista, men hinvegin sær út til at hava eitt spennandi lið í ár.

Opið í Vágum
Eisini man tað heila standa rímiliga opið í dystinum millum upp­flyt­ararnar, 07 Vestur og KÍ. Vága­menn vóru sannførandi í sínum steypa­dysti ímóti FC Suðuroy, meðan KÍ ikki gjørdi meira enn neyð­ugt fyri at vinna á Undrinum. Greitt er undir øllum umstøðum, at eitt av lið­unum í hálvfinaluni verð­ur ein upp­flytari.
Fjórði dysturin er millum tap­andi steypafinalistarnar í fjør, ÍF, og niðurflytararnar í bestu deildini, AB. Argjamenn eru einasta av fjórð­ingsfinaluliðunum, sum ikki spælir í Vodafonedeildini, so tí man lítið vera at ivast í, at ÍF skuldi verið greiður favorittur. ÍF kom í fjórð­ingsfinaluna við stórsigri á Skála, meðan AB bara akkurát knógvaði TB.
Fjórðingsfinalurnar verða spæld­ar mikudagin 4. mai, og síðani verð­ur nýtt lutakast um, hvussu vinn­andi liðini skulu spæla í hálv­finalunum, sum verða hósdagin 19. mai og týsdagin 14. juni. Finalan um Løgmanssteypið verður spæld í Klaksvík fríggjadagin 5. august klokk­an 18.

- - -

Løgmanssteypið:

Fjórðingsfinalur
4. mai Víkingur - B68
4. mai NSÍ - EB/Streymur
4. mai ÍF - AB
4. mai 07 Vestur - KÍ

Hálvfinalur
19. mai og 14. juni

Finala
5. august (í Klaksvík)