Fjórði hvørji sethús, sum verða seld í Havn, kosta yvir tríggjar milliónir krónur. Tað vísir ein kanning, Landsbankin hevur gjørt av prísgongdini á føroyska bústaðarmarknaðinum.
Í miðal kosta eini sethús í Havn, 2,6 milliónir krónur, og tað kann tykjast lágt, tá ið hugt verður eftir, hvat hús verða sett til sølu fyri. Men tey sethúsini, ið hála miðalprísin niður, hava allarhelst ymsar ábøtur fyri neyðini, so endaligi prísurin helst hægri.
Kanningin vísir nevniliga, at 25 prosent av sethúsunum, sum eru seld í Havn í ár, kosta yvir tríggjar milliónir krónur og 25 prosent av íbúðunum kosta yvir 2,5 milliónir.
Somuleiðis vísa tølini, at fimm prosent av húsunum kostaðu yvir 3,5 milliónir og at fimm prosent av íbúðunum kostaðu yvir 2,7 milliónir.
Les eisini: Prísurin á húsum í Havn er hækkaður 35 prosent
Sostatt er tað serliga dýrt hjá teimum, sum skulu ogna sær ein bústað, ella sum skulu byggja á fyrsta sinni, sigur Landsbankin.
Kanningin vísir eisini at tað er øvugtur samanhangur ímillum bústaðarlánsrentu og sethúsaprísir. Ein lækkandi sethúsarenta merkir lækkandi lánsútreiðslur, og hetta hevur eina ávirkan sethúsaprísirnar upp eftir.
Landsbankin vísir kortini á, at í miðal er fermemetur prísurin á íbúðum, so líðandi, vorðin nakað hægri enn miðal- fermeturprísurin á sethúsum. Síðani í nítiárunum hevur munurin á fermeturprísinum á íbúðum og sethúsum í Tórshavn verið tann sami, men hann er øktur síðani 2007. Ein niðurstøða er, at ein íbúð í Havn kostar umleið 10.000 krónur meiri fyri hvønn fermetur, enn sethús kosta.
Les eisini: Prísurin á sethúsum hækka meiri enn lønirnar gera
Tað er partvís tí at, at íbúðir yvirhøvur eru nýggjari enn sethúsini eru. Men hetta kann eisini vera tekin um, at eftirspurningurin eftir smærri bústaðareindum er størri enn eftir sethúsum, sigur Landsbankin. Kanningin vísir eisini, at í Havn eru prísirnir næstan trífaldaðir síðani 1985.