Fjórða ættarlið sum bryggjari

27 ára gamla Annika Waag úr Klaksvík er í læru sum bryggjari í Berlin í Týsklandi. Hon er tað fjórða ættarliðið í síni familju, ið fær útbúgving av hesum slag. Hon heldur, at tað andaliga og tað verðsliga eru nógv tættari upp at hvørjum øðrum í Týsklandi enn í Føroyum

SAMRØÐA

Í fleiri ættarlið hava føroyskir bryggjarar frá Føroya Bjór givið okkum tað vælsmakkandi bjórið, sum føroyingar kunnu vera stoltir av. Sosialurin hevur tosað við Anniku Waag, sum er í læru sum bryggjari í Berlin.
- Á mest sum øllum barrum og pubbum í Týsklandi hanga krossar og halgimenni á vegginum, sigur Annika.
- Tað kann tykjast, sum tað er eitt meiri nátúrligt samband ímillum tað andaliga og tað verðsliga lívið har enn í Føroyum, heldur hon.
Millum annað greiðir hon frá, at gamalt er í Týsklandi, at bryggjaríini hava tilknýti til kirkjurnar. Annika hevur verið og vitjað eitt so kallað klosturbryggjarí, har nunnur arbeiða.
- Tað var eitt sindur løgið at síggja nunnur til arbeiðis á einum bryggjaríi og serliga sum bryggjarar. Tað er so í øllum førum ikki tað, eg eri von við á Føroya Bjór, hóast har eru nógv góð fólk. Men tað er púra vanligt í Týsklandi, sigur Annika.
Annika sigur, ølmentanin í Týsklandi, serliga í Suður-Týsklandi, er sera sterk og gomul. Í Suður-Týsklandi liva katolikkar og protestantar lið um lið, men bróðurparturin er katolikkar. Annika sigur, at hetta sæst aftur í mentanini ella ølmentanini.
- Tað er ikki ein synd at drekka øl í Týsklandi. Kirkjurnar skipa fyri ølveitslum av og á, sigur Annika, sum heldur, tað kann tykjast í so knívskorið í Føroyum, tá tað kemur til slíkt.
Gongur í skúla í Berlin
Annika er útbúgvin matvøruverkfrøðingur. Hon skrivaði høvuðsritgerð um ølsmakk. Hon bryggjaði ymisk ølsløg, sum blivu kannað kemiskt og professionellir ølsmakkarar royndu eisini ølið.
- Eg valdi bryggjara ella bryggjmeistara, sum tað eitur í Týsklandi, av mínum áhuga fyri tí, sigur hon.
Annika er dóttir Elisu og Einar Waag, sum er stjóri á Føroya Bjór. So tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at hon hevur slitið sínar barnaskógvar tætt upp at bryggjarayrkinum.
Tá Annika verður liðug sum bryggjari, verður hon fjórða ættarliðið í sínari familju við hesi útbúgving.
- So man kann gott siga, at eg havi arvað áhugan, sigur Annika smílandi.
Annika gongur á einum skúla, sum er knýttur at tí Tekniska universitetinum í Berlin.
- Eg valdi skúla út frá góðsku, sigur Annika og vísir á, at slagorðið hjá skúlanum er: Góðska fram um alt. Tað eru aðrir bryggjaraskúlar í Týsklandi, men Annika metti júst henda skúlan at vera góðan, tí hann er knýttur at einum universiteti, sum ger, at tey kunnu fylgja við í menningini í yrkinum.
- Vit fáa allatíðina tað nýggjsta at vita innan yrkið, og tað ger tað upp aftur meir spennandi og áhugavert. Tí hóast vinnan er gomul og kryddað við siðum, so hendir alla tíðina okkurt nýtt. Ein øl er ikki bert ein øl, staðfestir Annika.
Á skúlanum ganga fólk allastaðni úr heiminum og í flokkinum hjá Anniku eru, umframt týskarar, fólk úr millum annað Peru, Thailandi, Argentina, Japan, USA og Kanada. Annika er einasti føroyingurin. Umframt hana er bert ein onnur kvinna í flokkinum, og hon er úr Japan.
- Men tað verður so sanniliga ikki gjørdur munur á kynunum, sigur Annika við einum smíli.
- Doktararnir og professararnir í øli á skúlanum fara um okkum við virðing. Vit verða mett á jøvnum føti, og tað ger alt bara nógv betri og hugaligari enn tað longu er frammanundan.
- Skúlin er altjóðaður, og eg haldi, tað er sera áhugavert at hitta fólk úr øðrum londum við aðrari mentan og siðvenjan. Tað er sera læruríkt. Hóast vit eru úr ymiskum londum, so er samanhaldið í flokkinum einastandandi gott, greiðir Annika frá.
Skúladagarnir og ikki minst dagarnir, tey eru í starvsvenjing, eru sera langir og strævnir, men Annika sigur, at tað góða samanhaldið í flokkinum ger, at tað ikki virkar so strævið.
Hon greiðir frá, at ein dagur í starvsvenjing lættliga kann vera einar 12 -14 tímar langur, har byrjað verður klokkan seks á morgni.
Starvsvenjingin á skúlanum er skipað á tann hátt, at tey skulu á fimm ymisk støð, sum skúlin velur fyri tey. Har skulu tey gera alt dagligt arbeiði, sum fer fram á einum bryggjaríi. Umframt aðrar uppgávur eisini.
Føroya Bjór øl gott skoðsmál
Spurd um, hon nakrantíð hevur havt øl frá Føroya Bjór við til Týsklands, játtar Annika.
- Eg hevði øl við í skúla til professionellar smakkarar, sum góvu ølinum gott skoðsmál. Ølið vakti ans millum tey. Tað stóð ikki aftan fyri tað týska ølið, sum varð smakkað hasar dagarnar.
Annika greiðir frá, at ein kann ikki skera alt tað týska ølið um ein kamb.
- Uttan at fara inn á ov nógvar tekniskar frágreiðingar, so kann eg siga, at tað eru ymiskar nuancer frá bryggjaríi til bryggjarí. Tað finst gott øl og minni gott øl í Týsklandi sum alla aðra staðni.
Men eitt, sum er serligt her, er at nógv av ølinum er bryggjað eftir eini gamlari matvørulóg frá 1516.
Týskarar kenna Føroyar frá fótbóltinum
Tað eru umleið 1200 bryggjaríir í Týsklandi og helmingurin av teimum eru í Bayern. Og har er ein sera sterk ølmentan, greiðir Annika frá.
Hon sigur, at munurin á Berlin og Suður-Týsklandi er stórur.
- Í Berlin er nógv meiri ferð á enn í Suður-Týsklandi.
- Fólk í Suður-Týsklandi hugsa eisini nógv meiri um umhvørvið. Tey gera nógv við eitt nú endurnýtslu, og tað haldi eg er positivt, sigur Annika.
Hon er tó skjót at leggja aftur at, at týskarar, óansæð, hvar í landinum teir búgva, eru sera gestablíðir.
- Eg eri blivin væl móttikin allastaðni, eg havi verið.
Annika roynir at umboða Føroyar væl, og hon sigur, at fótbólturin ger tað lættari at greiða frá um Føroyar.
- Týskarar eru sera áhugaðir í Føroyum. Og nógvir vita eisini eitt sindur um okkum. Serliga aftan á, at tað gjørdist greitt, at vit skulu spæla ímóti Týsklandi í undankappingini til EM, sigur Annika.
Hon greiðir frá, at morgunin eftir, at EM-lutakastið varð almannakunngjørt hevði ein av ølprofessarunum skemtandi tikið til, at týskarar eru bangnir fyri at spæla fótbólt ímóti føroyingum.
- Tá var eg skjót at svara, at tað áttu teir at verið. Vit vunnu jú á Eysturríki, sigur Annika og flennir. Men tað sást tó týðuliga á henni, at hon er stolt av at vera føroyingur.
Gott at fara undir útbúgving aðrastaðni
Annika heldur, at tað er gott, at føroyingar fara aðrastaðni enn til Danmarkar í útbúgving.
- Ikki tí, eg havi sjálv fingið mína útbúgving sum matvøruverkfrøðingur í Danmark og nógvar góðar vinir, men tað er uttan iva sunt at fara aðrastaðni. Eg haldi, at tað er av stórum týdningi, at fólk eru fjølbroytt í einum lítlum landi, sigur hon.
Hon vísir á, at tá ein skal fara uttanlands í lestrarørindum er tann altjóða skrivstovan ein stór hjálp.
Annika sigur, at tað eru fitt fólk allastaðni, og tá ein ætlar sær til eitt annað land, skal ein ikki vera so bangin.
- Tað er týdningarmikið at vera opin og geva nakað frá sær, fyri at fáa nakað aftur.
- Tað er umráðandi at hava hjartað við sær. At vera mentalt til staðar og taka allan lærdóm, og alt annað til sín. Men so skal ein kortini eisini duga at sálda frá, sigur Annika.
Annika sigur, at man má heldur ikki gloyma sínar røtur.
Framtíðin
Annika er útbúgvin í matvøruverkfrøði og tað gevur nógvar møguleikar innan matvøruvinnur í og rundan um Føroyar. Hon hevur fingið bjóðað starv í fleiri bryggjaríum í Týsklandi.
- Eg havi hugsað meir og meir nú um at koma heimaftur, sigur hon.
Og so er tað tað: Hevði tú ikki kunnað hugsað tær at komið heimaftur og arbeitt á Føroya Bjór?
- Tað er væl møguligt, svarar Annika Waag at enda.