Fjórða valið í tvey ár verður aftur í Ísrael. Tað er greitt, eftir at tað ikki eydnaðist at samtykkja eina fíggjarlóg fyri evstamark á midnátt í gjárkvøldið.
Tað skrivar tíðindastovan Reuters.
At freistin fór merkir, at ísraelska tjóðartingið, Knesset, automatiskt verður upployst.
Valið kann gerast ein stór avbjóðing fyri Benjamin Netanyahu, forsætisráðharra, sum millum annað hevur møtt mótstøðu fyri síni handfaring av koronufarsóttini.
Samstundis hevur hann eina sak um mutur hangandi yvir sær, sum er tann fyrst av slagnum ímóti einum sitandi forsætisráðharra.
Harumframt hevur Netanyahu ein mótstøðumann á høgreveinginum, Gideon Saar, sum í nøkrum meiningakanningum stendur til at kunna fáa eins stóra undirtøku, sum Netanyahy. Tað skrivar Reuters.
Saar er avhoppari úr flokkinum hjá Netanyahy, Likud.
Í Ísrael hava síðani apríl í 2019 verið trý tjóðartingsval, men fyrst í mai eydnaðist tað Netanyahu og Benny Gantz úr samgonguni Bláu og Hvítu at skipa eina samgongustjórn.
Tað hevur tó ikki gingið so væl hjá teimjum báðum í sambandi við at samtykkja fíggjarlógina.
Fíggjarlógin hevur avgerandi týdning fyri at kunna fremja ta stjórnaravtalu, sum varð gjørt millum partarnar í mai.
Avtalan legði upp til, at Benny Gantz í november í 2021 skuldi taka yvir forsætismálaráðið, eftir at Netanyahy hevði sitið í starvinum í 18 mánaðir.
Atfinnarar hjá forsætisráðharranum siga sambært tíðindastovuni AFP, at Netanyahy kann hava áhuga í, at stjórnin ridlar, so hann møguliga kann sita sum forsætisráðharri longri enn til november.
– Vit eru á veg ímóti einum vali, tí Netanyahy hevur avvíst at samtykkja eina fíggjarlóg, sum lógin annars ásetir, sigur Yohanan Plesner, sum er leiðari í hugsunartoyminum Israel Democracy Institute.
Somu ákærur hoyrast frá Benny Gantz.
– Hann roynir at fáa okkum á val, so hann ikki skal í rættin, skrivar hann á Twitter.
Netanyahu havur avvíst mutursákærurnar.
71 ára gamli leiðarin er ákærdur fyri mutur og svik.
Netanyahy skal sambært ákærunum hava bjóða politiskar tænastur aftur fyri positiva viðgerð í miðlunum, og hann verður eisini skuldsettur fyri at hava hjálpt ríkum handilssambondum aftur fyri at hava fingið gávur.
/ritzau/











