Fjøltáttað Fróðskaparrit

Nýggja Fróðskaparritið kemur víða um í sjey hugvísundaligum og tveimum náttúruvísundaligum greinum



Aftur í ár hevur Majbritt Pauladóttir eina grein, ið nevnist Skiftismæli í føroyskum? Hetta er forvitnislig grein, ið byggir á master-útbúgving hennara.

Hjalmar P. Pedersen hevur skrivað fleiri nýskapandi ástøðiligar greinar um mál í Fróðskaparrit, og hesaferð snýr greinin seg um Lánistigan og danskt í føroyskum.

Í bók 56 hevur Eivind Weyhe tvær greinir, ið umrøða staðarnøvn. Hvat er rætta navnið: Akrar ella Agrar? Og Skúvanes, Skúvisnøs, Nøsin ella Vesturi í Nøs?


Prestar og kvæði

Trý kvæði eftir Jens Hendrik Djurhuus verða greinað av Maluni Marnersdóttir. Talan er um kvæðini: ”Eirikur og Rollur”, ”Rodmunds kvæði” og Gøtuskeggjar”, ið verða lýst í einum søguligum ljósi.

Povl Skårup hevur hesaferð skrivað um Christen Djurhuus’ færøske præstetal (1759), ið siga frá prestum í teimum sjey prestugjøldunum við støði í tilfari hjá rektaranum við latínskúlan í Havn. Eisini inniheldur greinin nøkur prestuvísar.

Pappírsbátur í ringum sjógvi er áhugaverd grein, ið Bergur Rønne Moberg hevur skrivað um heterotopia í skaldsøguni Barbara hjá Jørgen-Frantz Jacobsen.


Kombikk og Eiði-2

Ein verkætlan um kombikk varð gjørd árini 2002-04, og í hesum sambandi kemur greinin Sníkar í føroyskum kombikki, Gasterosteus aculeatus L, ið Dánjal Petur Højgaard, Petur Steingrund and Glenn Bristow hava skrivað.

Náttúrugripasavnið hevur kannað Útnyrðingseysturoy í sambandi við Eiði-2-ætlanini hjá SEV. Greinin Útbreiðsla av svartaklukkum (Coleoptera, Carabidae) í Útnyrðingseysturoy og hvussu ávirkast hon av avveiting, skrivað av William Simonsen, Anna Maria Fossaa, Erla Olsen og Jana Mikkelsen, er eitt úrslit av hesum arbeiði.


Yvirlit og ritstjórn

Eins og í Fróðskaparritum frammanundan verða tey nevnd, ið hava fingið doktaraheiti í 2007 (Nýtt innan vísindi í 2007). Eisini er yvirlit yvir tað, sum granskarar innan- og uttanlands hava útint av vísindaligum avrikum av ymsum slag um føroysk viðurskifti í 2007 (Vísindaritverk 2007).

Fróðskaparrit hevur síðan 2006 havt Firouz Gaini sum ritstjóra saman við Dorete Bloch, ið hevur ritstjórnað síðan 1994. Firouz Gaini tekur sær av hugvísindum og Dorete Bloch av náttúruvísindum.

Fróðskaparrit verður útgivið av forlagnum Fróðskapi, Faroe University Press.