Fjølmiðlarnir við til landsfund Javnaðarfloksins

Tað er fyrst og fremst fyri opinleikan, at fjølmiðlarnir verða bodnir við til landsfundin hjá Javnaðarflokkinum, sigur Hans Jørgensen, skrivari floksins

Eirikur Lindenskov


Komandi fríggjadag hevur Javnaðarflokkurin landsfund í Havn - og á fyrsta sinni verða fjølmiðlarnir bodnir við á landsfund hjá Javnaðarflokkinum. Aðrastaðni er siðvenja, at fjølmiðlar eru við til hesar stevnur, har politiskir flokkar stinga út í korti framtíðarkósina.

Javnaðarflokkurin hevur fyrr havt fjølmiðlar við til onkran part av fundinum, eitt nú tá Poul Nyrup Rasmussen í fjør var gestarøðari.

Tá Sambandsflokkurin í vár hevði landsfund í Øravík, vóru fjølmiðlarnir eisini bodnir við, hóast bert Sosialurin møtti.

? Tað er sjálvandi fyrst og fremst fyri opinleikan, at vit hava gjørt av at bjóða fjølmiðlunum við, sigur Hans Jørgensen, sum er skrivari hjá Javnaðarflokkinum.

Hans Jørgensen sigur, at tað er siðvenja, at landsfundirnir hjá Javnaðarflokkinum eru rættuliga opnir, tí allir limir í flokkinum kunnu møta og sleppa til orðanna. Hann dylur kortini ikki, at øll ikki hava verið so samd um, at fjølmiðlarnir skulu bjóðast við.

? Tað eru sjálvandi tey, sum halda, at hetta kann órógva orðaskiftið, at fólk fara at halda seg aftur av hesi orsøk. Og tað er væl skiljandi, men hetta er uttan iva ein tilgongd, vit mugu venja okkum við.

Fundurin hjá Javnaðarflokkinum byrjar fríggjakvøldið kl 19 við, at Dreingjakórið syngur tveir vakrar friðarsangir. Høvuðsevnið hetta kvøldið verður annars formansfrágreiðingin, har Jóannes Eidesgaard fer at greiða frá politikkinum hjá Javnaðarflokkinum.

? Hetta verður helst tann parturin, ið fjølmiðlarnir hava størstan áhuga fyri, tí her verður politikkurin hjá flokkinum lagdur fram, sigur Hans Jørgensen.

Seinni hetta kvøldið fer Ole Løwig Simonsen, sum er formaður í tingbólkinum hjá danska Javnaðarflokkinum og næstformaður í Fólkatinginum, at flyta fram røðu.

Umframt formansfrágreiðing so leggur skrivarin eisini fram frágreiðing um organisatoriska arbeiðið hjá Javnaðarflokkinum. Eftir hetta verður kjak um hesar frágreiðingar, sum eisini verður merkt av frágreiðingum frá tingfólkum Javnaðarfloksins.

Av beinleiðis uppskotum, sum verða viðgjørd á landsfundinum, nevnir Hans Jørgensen eitt uppskot frá Suðurstreymoyar Javnaðarfelag, sum avgerð skal takast um hesaferð. Hetta er uppskot um at víðka starvsnevnd floksins frá fimm til sjey limir, at tveir næstformenn skulu veljast og at teir skulu vera av hvør sínum kyni.

Spurdur hvat størsta umrøðuevni verður, heldur Hans Jørgensen, at hann sum skrivari kanska ikki er tann rætti at svara, men hann ivast kortini ikki í, at sjálvstýristilgongdin uttan iva fer at verða nógv umrødd.

? Men almannamálini standa eisini sera frammaliga, nú pensjónsviðurskiftini verða viðgjørd, sigur hann.