Fjølmiðlarnir skulu kunna um brek

Ein yvirlýsing, sum hevur til endamáls at gera tey, ið bera brek, meiri sjónlig í evropeisku fjølmiðlunum, varð í summar samtykt á eini ráðstevnu í Athen

Á ráðstevnuni um brek og fjølmiðlar, sum varð hildin í Athen í juni mánaða í ár, fingu fjølmiðlarnir skuldina fyri, at fólk í Evropu eru so óvitandi um tey, ið bera brek.
   Ein kanning, gjørd millum íbúgvar í Evropu, vísir, at útvið 60% eru sera lítið kunnaði um, hvussu ymisk brek kunnu vera.
  
Tí varð samtykt og ein yvirlýsing gjørd, sum sigur, at tey við breki skulu gerast meiri sjónlig í evropeisku fjølmiðlunum.
  
Á ráðstevnuni kom eisini fram, at summi lond eru raskari enn onnur at seta fólk við breki í starv á altjóða fjølmiðlum.
 
Umframt Ongland, varð Spania nevnt. Har hevur nevniliga ein blind kvinna høvuðsábyrgdina av dagligu tíðindasendingini hjá einari av landsins størstu sjónvarpsstøðum.
Ráðstevnan varð hildin í samband við, at Evroparáðið hevur lýst 2003 at vera ár teirra brekaðu.
  
Hvørt ár velur Evroparáðið eitt evni, ið serligt ljós skal varpast á, og í ár vórðu tað tey við breki, sum fingu henda framíhjárætt.<?xml:namespace prefix = o ns = ""urn:schemas-microsoft-com:office:office"" /><o:p></o:p>



<o:p> </o:p>