Ja, so haldi eg, at vit hava sæð alt, sum vit hava brúk fyri!
Hetta var millum annað tað, sum eg hugsaði við mær sjálvari, tá eg sum helst túsundavís av øðrum føroyingum sat og hugdi at Degi og Viku, lagnudagin hjá Jørgeni Niclasen. Tað, sum eg her hugsi um, er sjálvandi, at maðurin sat undir so hørðum trýsti í tinginum, og megnaði ikki at fjala sínar kenslur. Og hvat ger myndamaðurin hjá sjónvarpinum? Hann letur myndatólið suma inn á henda landsstýrismannin, sum hesa løtuna, letur okkum øll vita, at hann heldur ikki er meira enn eitt menniskja. Heldur ikki kann tað hava verið stuttligt hjá honum at vera umringaður av myndamonnunum hjá føroysku bløðunum, sum gingu rundan um hann sum flugur um sukur og royndu at finna tann rættan vinkulin og vita, um teir ikki fingu júst tann vinkulin, har tárini renna.
Sjálvandi virkaði tað eisini undarligt, at ein maður sum hann, sum sat í Føroya Landsstýri við størsta málsøkinum undir sær, setti seg at gráta framman fyri øllum Føroya fólki. Hann átti at kunnað uppført seg meira professionelt og ikki latið seg ávirkað so nógv fyri opnum skermi.
Ongin ivi um, at Jørgen vann samkenslu frá flestu hyggjarunum, men kortini tóktiskt ikki at vera nakar ivi um, at fólk hildu, at hann skuldi leggja frá sær. Um hann gjørdi nakað skeivt ella ikki, skal eg ikki gera meg klóka upp á ella ikki, men tað er heldur ikki tað, sum eg finnist at.
Eg haldi bara, at tað var ov nógv av tí góða at síggja ein mann snøgt sagt verða uppsagdan ella verða biðin um at siga upp fyri opnum skermi.
Eg meini so við, at fyrst varð øll viðgerðin sum hon var send beinleiðis í sjónvarpi og útvarpi. Síðani skuldu vit hoyra ein samandrátt í tíðindasendingini á nátturða og alt umaftur í SvF, tá Dagur og Vika kom. Tá Dagur og Vika var liðug, so setti eg meg framman fyri telduna eina løtu, hugsaði um at fara at tjatta. Men so opnaði eg líka internetið fyrst, og tá mundi eg bannað við, tí har á Portalinum, sum foreldur míni hava til byrjunarsíðu, lá ikki minni enn eitt myndatema við Jørgeni Niclasen.
Gott nokk er tað stuttligt at síggja myndir frá ymiskum, men ikki frá einum tingfundi, sum fekk sjálvan Høgna Hoydal at blikna eina løtu, tí tað var so pínuligt. Og høvdu myndirnar so verið frá fundinum, men nei, har vóru meginparturin av Jørgeni.
Hvat fáa vit burturúr at síggja tílíkt? Øll seta vit okkum at stara okkum blind at eini keðiligari, men veruligari hending í fjølmiðlunum og aftaná tosa øll bara um, hvussu ræðuligt og ljótt tað var at gera so ímóti honum. Og eg eri ein av teimum.
Eg haldi simpulten, at tílíkt átti ikki at verðið sent beinleiðis. Vit høvdu ikki havt tað verri, um vit noyddust at bíða inntil viðgerðin var av, og so fingu at vita í stuttum, hvat hevði gingið fyri seg.
Tað er altíð lætt at vera bakklókur, tað veit eg, men har haldi eg, at summi kundi havt hugsað seg betur um.
Marianna