Fjølmiðlar dyrka keðiligar søgur

Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum heldur, at fjølmiðlar lýsa søgur grunt uttan at seta seg nóg væl inn í tingini. Hetta sigur hann í samband við greinarnar hjá Sosialinum um órøkt á serskúlum. Hann harmast tó støðuna á Skúlanum á Trøðni og Rásini í Runavík

Landsstýrismaðurin er sera harmur at hoyra, at støðan á skúlanum á Trøðni er so vánalig, sum hon verður lýst í Sosialinum. Eisini harmast hann um støðuna inni á Rásini í Saltangará, men hetta verður umvælt beinanvegin, soleiðis at næmingarnir sleppa aftur í skúlan eftir nýggjár, sigur hann.

- Eg skilji væl, at foreldur verða kedd, tá umstøðurnar ikki eru nóg góðar, og at tey nýta fjølmiðlarnar at skunda undir málini, tí tað er trupult at vera foreldur at brekaðum barni.

Jógvan á Lakjuni viðgongur, at viðlíkahald av almennum bygningum hevur havt eitt eftirsleip líka síðani kreppuna.

- Eg visti ikki, at tað var so galið við lekum á skúlanum, og eg trúði, at umvælingin av hylunum var komin longri. Men stovnsleiðarar hava til uppgávu at peika á, hvørjir tørvir eru, og í flestu førum verða ynskir uppfylt, sigur landsstýrismaðurin.


Populistiskir fjølmiðlar

Men Jógvan á Lakjuni heldur, at fjølmiðlarnir eiga eisini at síggja ta stóru myndina og ikki bara lýsa sorgarsøgurnar. Støðan er ikki altíð so einføld, sum hon verður lýst, sigur lansstýrismaðurin.

Hann gleðist um tað, sum er hent á økinum, meðan hann hevur verið landsstýrismaður. Nýggj lóg er gjørd fyri skúlan á Trøðni, og skúlin er skildur frá sernámsdeplinum og skal bara taka sær av børnum við heilt serligum tørvi.

Starvsfólkini eru glað fyri hesar broytingar, men tørvur er á fleiri lærarum, og arbeitt verður við hesum. Og farið er undir at leingja eina av lonunum á skúlanum, soleiðis at autistarnir fáa betri umstøður.

Haraftrat er játtanin til tað sernámsfrøðiliga økið økt við umleið 10 mió. hetta valskeiðið, og millum annað verða sernámsfrøðiligar tænastueindir ella NSR-tænasstur skipaðar kring landið.

Tí heldur landsstýrismaðurin, at tað er púra burturvið at føra fram, at samgongan bara hevur raðfest hørð virði. Hann sigur, at neyvan hevur nøkur samgonga raðfest skúla og almanna- og heilsuverk hægri enn henda samgongan.