Landsstýriskvinnan í Innlendismálum Annika Olsen hevur valt ein nýggjan lim og tveir varalimir í Fjølmiðlanevndina Fjølmiðlanevndin er partvíst nýmannað, tí at fólk av ymiskum orsøkum eru farin úr nevndini, áðrenn valskeiðið er úti.
Nýggjur limur er Johnhard Klettheyggj, løgfrøðingur, og varalimur hansara er Súsanna Leo, løgfrøðingur. Tey koma ístaðin fyri Nellu Festirstein, løgfrøðing, og Birtu Biskupstø, løgfrøðing.
Nýggjur varalimur hjá Halgir Winther Poulsen, advokati, er Turið Sigurdardóttir, professari. Hon kemur inn fyri Marjun Bæk, prest.
Í Fjølmiðlanevndini eru nú:
Ingolf S. Olsen, tíðindafólk, og varalimur hansara er Randi Jacobsen, tíðindafólk,
Ingi Samuelsen, blaðstjóri, og varalimur hansara er Jóhann Mortensen, tíðindaleiðari,
Halgir Winther Poulsen, advokatur, og varalimur hansara er Turið Sigurðardóttir, professari (umboðandi almenningin),
Johnhard Klettheyggj, løgfrøðingur, og varalimur hansara er Súsanna Leo, løgfrøðingur.
Fjølmiðlanevndin skipar seg sjálv. Nevndin hevur ikki havt fund enn, og tí er nýggjur formaður ikki valdur, sigur innlendismálaráðið í á heimasíðu síni.