Fjølmiðlafólk undrast hóttanir hjá kringvarpsstjóra

Fakfelagið hjá miðlafólkum í Føroyum, Føroysk Miðlafólk, undrast yvir hóttanirnar hjá Anniku Mittún Jacobsen, stjóra í Kringvarpinum. – Útsagnirnar skap ein ótryggleika, sum er øgiliga óheppin fyri okkara limir, sigur Anna V. Ellingsgaard, forkvinna í Føroysk Miðlafólk

Ein stórur partur av starvsfólkunum í Kringvarpi Føroya eru limir í felagnum Føroysk Miðlafólk. Felagið, ið varðar av flestu fólkunum, ið verða ávirkaði av hóttanini hjá kringvarpsstjóranum Anniku Mittún Jacobsen, undrast stórliga yvir tær útsagnirnar, ið kringvarpsstjórin er komin við.

- Tað verða nú neyvan okkara limir, ið verða uppsagdir, verða Dagur & Vika, 3-2 og gudstænasturnar niðurlagdar. Men verða hesar deildirnar niðurlagdar, skulu hesi fólkini umrokerast inni í Kringvarpinum, og bara tann ótryggleikin, at tú ikki veit hvar tú skal arbeiða, tá tú kemur til arbeiðis, er øgiliga óheppin, sigur Anna V. Ellingsgaard, forkvinna í felagnum Føroysk Miðlafólk.


Eru á varðhaldi

Fyribils ger felagið einki við støðuna, men tey fylgja gongdini neyvt. Áhugamálið hjá felagnum er at limirnir hava so optimalar arbeiðsumstøður sum gjørligt, og tí fara tey neyvan at sita tigandi og hyggja at, so leingi teirra limir ongan hóming hava av, hvar teir flóta.

- Vit eru sjálvandi til reiðar at taka neyðugu stigini, gerst tað neyðugt, men nú mugu vit fyrst fáa at síggja hvat hendir víðari. Tað snýr seg í veruleikanum um respektina fyri fakligheitini hjá fólkunum. Mann kann ikki bara vænta, at mann púra óproblematiskt kann flyta fólk runt á deildunum í Kringvarpinum, vísir Anna V. Ellingsgaard á.


Ógjørligt at kvetta tíðindini

Sambært Annu V. Ellingsgaard er tað ein sera óheppin útsøgn at koma við, at tað eru tíðindini, ið skulu skerjast burtur.

- Tað undrar meg at knívurin opinbart skal setast júst har. Tað er óheppið í allar mátar í mun til tann leiklut, ið ein so sterkur stovnur sum Kringvarp Føroya hevur sum vaktarhundur hjá fólkaræðinum, og sum spælir ein so týðandi leiklut í okkara fólkaræði. Tað er sera vandamikið at skerja í fólkaræðisligu skylduni, sum ein slíkur miðil hevur, greiðir Anna V. Ellingsgaard, forkvinna í Føroysk Miðlafólk, frá.

Í roynd og veru ber tað ikki til hjá Kringvarpinum at niðurleggja Dag & Viku, tá hetta er ein av teimum ovastu public service skyldunum hjá Kringvarpinum, saman við barnasendingum og føroyskum tilfari yvirhøvir.

- Kringvarpið hevur eina public service skyldu, og saman við eini umráðandi málsligari skyldu, eru hesi kjarnuviði í public service skylduni hjá Kringvarpinum, sigur Anna V. Ellingsgaard.


Undarligt politiskt spæl

Eitt tað, ið undrar forkvinnuna í Føroysk Miðlafólk mest, er at Mentamálaráðið alla tíðina spælir bóltin yvir aftur í banan hjá Kringvarpinum.

- Í stóran mun er public service hugtakið eitt politiskt ideal og eitt politiskt krav um upplýsing til fólkið. Tá man setur eitt politiskt krav, eigur man eisini at kunna fíggja tað. Tað undrar meg at eingin hevur gjørt sær ein tanka um, hvønn leiklut hasin stovnurin hevur, og eg meti at man eigur at gera sær nakrar álvarlsigar tankar um tað. Eg gangi eisini bara út frá at mentamálaráðharrin hevur gjørt sær nakrar tankar um, hvat eigur at standa í nýggju public service avtaluni, sum verður gjørd við Kringvarp Føroya, sigur Anna V. Ellingsgaard, forkvinna í felagnum Føroysk Miðlafólk.


Kringvarpsstjóri harmast eisini

Stjórin í Kringvarp Føroya, Annika Mittún Jacobsen, harmast um íkomnu støðuna.

Hví brúka tit m.a. Dag og Viku sum hóttan, tá Public Service skyldan ger, at tit ikki hava loyvi at niðurleggja sendingina?

- Um tað er tilfeldið, so mugu vit fyrihalda okkum til tað. Tað eru nógv ting í kringvarpslógini, sum vit ikki kunnu, og tað eri eg kedd av at vit ikki klára. Men hinvegin fært tú ikki fólk at arbeiða uttan løn, leggur Annika Mittún Jacobsen dent á.

Sambært henni var hatta bert ein kunning til fíggjarnevndina

Átti tú ikki at vita tað, áðrenn tú langaði út við hasum útsagnunum?

- Tað at tað verður blást upp, er nakað, ið miðlarnir gera. Hvat hevði tú gjørt, um tú ikki hevði havt ráð at fylgja lógini? Vit vilja sjálvandi gera alt fyri at halda lógina, staðfestir Annika Mittún Jacobsen, stjóri í Kringvarp Føroya.