Levi Mørk
----
Tað er sera áhugavert at síggja bløðini í hesum døgum. Hvønn tann einasta dag sær mann sambands- og fólkafloksfólk yvirbjóða hvønn annan, og lova gull og grønar skógir. Barnafrádrátt og skattalættar standa ovast á listanum, og eg má bara spyrja: Eru tað tey somu fólkini sum teirra samfelagar í samgonguni í alt ár hava gøtt, ella er hetta onnur, altso øll sum teir ætla, skullu fáa nakað hesuferð? Tað fái eg meg neyvan at trúgva, tí teir vita, líka so væl sum vit, at øll átøk skullu gerast við meining og ábyrgd, men undan einum vali ber jú alt til. At keypa seg til atkvøður er eitt kent fyribrygdi, men blómurnat følna ofta, tá hetta skal setast í verk fyri veikara fólki. Hetta hava teir stóru samgonguflokkarnir víst í verki.
Teirra partamenn í samgonguni hava nú í longri tíð, skorið innæt beini á øllum almennum økjum, sum hava við stuðul til teir veikaru samfelagsbólkarnar at gera. Tey taka sær ikki tykni av lívskvalitetinum hjá tí einstaka í hesum bólkum, men royna veruliga at dríva hesi menniskju av landinum. Teirra størsta vón er ivaleyst, at allir hjálparfelagsskapir sum Frelsurnar Herurin, Herbergið, Bláikrossur, Kiwanis, Lionsfeløg, Jólahjálpin o.o. skullu taka teirra samfelagsskyldu á seg, altso virka sum ein fátækrahjálp. Teir hava ivaleyst nokk um oyrini við síni ríkmannahjálp til tey fáu, sum skattaskipanin er prógv um, fyri ikki at tosa um teirra vina- og kenningapolitikk. Eg eri eisini heilt vísur í, at fáa tey loyvið at halda fram við síni eirindaleysu snaring til høgru, verður tað næsta tænastugjald fyri snøgt sagt alt, og ikki minst á heilsuøkinum. Vegurin harífrá til privat sjúkrahús, eygnalækna og aðrar slíkar tænastur er so líkatil, at eigur tú tá pening, ert tú fyrstur í køðini til ymiska heilsubót. Hetta er teirra grundsjónarmið, tað sum ikki kann standa má falla, og so er tað líkamikið hvørji samfelagsøkir, ið talan er um.
Tað er eisini sera áhugavert at síggja, at fólkaflokkurin nú dregur gamlar sambandsmenn á sín lista. Tá tað ikki eydnaðist at fáa sína ætlan ígjøgnum við sambandsflokkinum, ja men so skiftur mann bara flokk, gerst landsstýrismaðu fyri fólkaflokkin, fær tað sum gagnar sínum virki, setir nakrar vinmenn í starv, og snipp, snapp, snúti, so var tað bara bye, bye. Fleiri ivasamir vinnulívsmenn eru at síggja á høgralistunum, og nú tá Jørgin saman við Kaj Leo, bjóða til alment sjálvtøkuborð, so vilja allir fólkafloksmenn við rættari muru vera við, og hví ikki byrja við býráðnum.
Eg byrjaði við at siga, at fjøldin vil bedragast, men mann stundin ikki verða komin til, at fólk siga at nú er nokk. Vit hava nú møguleika at siga frá, at samfelagið hevur fingið nokk av miðvísari niðurlaðing av samfelaganum, alt undir heitinum, at nøkur av okkum mugu spara. Tí tann syrgiligi sannleikin er: At ongantíð fyrr hava so nógv havt so lítið so fáum fyri at takka. Tekur tú undir við at broyta hesa støðu, set so krossin við Levi Mørk á býráðsvalinum 13 novembur 2012










