Fjøldin skal hava nøktandi eftirlønarskipan áðrenn tingmenn fáa

Tá tað millum manna verður uppfatað, at oddagreinirnar í Sosialinum endurgeva sjónarmið Javnaðarfloksins, harmast tingmanningin, at Sosialurin í oddagrein 31. juli niðurger fólk, ið nýta sín demokratiska rætt at skriva undir mótmæli ímóti lógini um eftirløn landsstýrismanna.

 

Vegna tingmanning Javnaðarfloksins

Jóannes Eidesgaard

Tórshavn, 8. august 2001

????????????????????????


Tá tað millum manna verður uppfatað, at oddagreinirnar í Sosialinum endurgeva sjónarmið Javnaðarfloksins, harmast tingmanningin, at Sosialurin í oddagrein 31. juli niðurger fólk, ið nýta sín demokratiska rætt at skriva undir mótmæli ímóti lógini um eftirløn landsstýrismanna.

Sum áður víst á í tíðindaskrivi frá Javnaðarflokkinum tann 23. juli í ár, heita vit staðiliga á landsstýrið um at leggja málið aftur fyri løgtingið við upskoti um at ógilda tær broytingar, ið vórðu gjørdar í lógini.

Somuleiðis skulu vit enn einaferð gera greitt, at vit ikki vilja vera við til viðgerð av nýggjum uppskotum um eftirløn til politikkarar, fyrr enn fjøldin av Føroya fólki hevur fingið eina nøktandi eftirlønarskipan.