Fjølbroyttur tónleikur á ovastevnu

Fríggjakvøldið verða nakrar forvitnisligar konsertir í Nolsoy í sambandi við ovastevnu. Tá fara Bendar Spónir, Petur Háberg Band og Side Effect at dundra í tjaldinum á Klivum. Talan er um bæði aktuellar og óroyndar bólkar, ið venja undir trongum umstøðum í Havn. Tiltakið skal sambært fyriskiparunum metast sum ein stuðul til hesar bólkar. Tað er Studio Oyravox, ið skipar fyri, og ætlanin er, at nýggja tiltakið skal verða afturvendandi.

Leygarkvøldið verður konsert við Eyðuni Nolsøe Band.

Í Royndarhúsinum verður dansur við Jóannes og Arna Emil. Harumframt verður føroyskur dansur, um tað viðrar úti á Veg eftir felagssangin. Tað er Slái Ring, ið skipar dansin.