Fjølbroyttar tónar á Tvøroyri

Náttarlívið í havnarlagnum á Tvøroyri hevur nógv at bjóða hetta vikuskiftið, tá ið fjølbroyttar tónar fara at róma frá fríggjakvøldinum til sunnumorgun. Fríggjakvøldið á Tvøroyri hevur nógv at bjóða, og bæði Segllofti og Pubbin skipa fyri tónleikaligum undirhaldi fyri suðuroyingum hetta kvøldið.

 

Á Pubbini trína tónleikasnillingarnir úr Vági Neil og Hjalmar á pallin. Í nógv ár hava teir báðir verði ógvuliga vælumtóktur í Suðuroy, tó eru framførslur teirra minkaðar í talið seinnu árini.

 

Segllofti er eisini opið hetta kvøldið, og á skránni er eitt forkunnugt Jazzkvøld, ið Suðuroyar Tónleikafelag og Norðurlandahúsið skipa fyri. Talan er um tveir jazz bólkar nevniliga Fagrir Fuglar v/Karsten Vogel og íslendska trioin ?K trio?.

 

Fagrir Fuglar vóru settir á stovn í 1980, og teir sum mynda bólkin eru Heðin Ziska Davidsen, Jóhannes á Rógvi, Kristian Blak og Andreas Dalsgarð.

K Trio er ein nýggj íslendsk Jazz trio, ið hevur vunnið sær stóra viðurkenning seinni árini, millum annað við at vinna norðurlendsku jazzkappingina YNJC (Young Nordic Jazz Comets). Tað er Tórshavnar Musikkskúli, ið hevur boðið bólkinum til Føroya, og er tað í samband við eina kapping, sum verður í Norðurlandahúsinum 3. mai.

 

Leygarkvøldið verður Segllofti karmur um einari blanding av contry og rokk tónleiki, tá ið bólkurin 4ever vitjar í Havnarlagnum. Í bólkinum eru Rene Jespersen, Martin Sømark, Anfinn Nielsen pg Jógvan Toftum.