Fjølbroytt vikuskifti í Klaksvík

Nógv ymiskt verður á skránni í Klaksvík hetta vikuskiftið. Live-kvøld

Leygarkvøldið verður live-kvøld á Fortuna. M.a. verður John Lennon tribute við Karl Martin Samuelsen og Mikkjal Hvannastein.

John Lennon, sum saman við Paul McCartney, gjørdi stórtsæð allan The Beatles tónleikin, doyði fyri júst 27 árum síðani tann 8. desember 1980. Løg hansara eru vorðin fólkaogn og møguleiki verður fyri at hoyra nakrar av teimum hetta kvøldið.

Karl Martin og Mikkjal, sum eru royndir tónleikarar, fara sjálvandi eisini at framføra annan góðan tónleik. Karl Martin fer at spæla nakrar av sínum nýggju løgum, sum enn ikki hava verið framførdir í almennum høpi.

 

Diskotek í Barok

Sjálvandi verður eisini diskotek í Barok hetta vikuskiftið. Tað verður DJ Lajf, sum fer at fáa lív í dansigólvið og harvið er eisini her lagt upp til eitt sera festligt kvøld.

 

Húsið letur upp kl. 23