Fjølbroytt skrá fyri bátastevnuni 2009

Stórur bátastevnudansur verður í ítróttarhøllini í Vestmanna leygarkvøldið, har vestmannabólkarnir, Thunderbirds og Vestmenn, spæla. Skipað verður fyri koyring við náttarbussi millum Vestmanna og Havnina, har og fólk eisini sleppa heimaftur eftir dansin

Vestmanna

 

Hæddarpunktið á bátastevnuni, sum verður í Vestmanna leygardagin, er sjálvsagt løtan, tá siglt verður inn á Vestmanna, og bátarnir verða bundnir við brúgvarnar.

Eins og undanfarin ár savnast bátarnir, sum verða við í siglingini, við Fútaklett undir Vágalandinum. Gamli postbáturin Ólavur tekur ímóti, og klokkan 14.30 verður tað skiparin á Ólavi, sum skipar fyri siglingini inn á Vestmanna.

Umleið ein tíma eftir, at bátarnir hava sett kós inn á Vestmanna, er væntandi, at allir eru komnir inn móti bryggjuni og brúgvunum, har bátsmanningarnar eisini fáa vegleiðing um, hvussu bátarnir skulu leggjast.

Við atkomuna verður høvi hjá bátafólki at keypa sær trygdarnet, sum skal spennast millum bátarnar fyri at tryggja, at fólk ikki detta niður ímillum.

Eftir at bátarnir eru bundnir, og fólk samstundis eru komin til bygdar í húsvognum, á motorsúklu ella á hestbaki, verður um 15.30-tíðina høvi at vitja innar í tjaldið, har gestirnir fáa feska suppu og annað leskandi. Tá kunnu gestirnir eisini bíleggja sær morgunbreyð, sum síðan verður borið út morgunin eftir.

Áðrenn vit fara víðari við sjálvari skránni, kunnu vit leggja aftrat, at vaktar-og hjálparskipið Tjaldrið ella Brimil fylgja bátum, sum fyrr um dagin leita sær suður um Glyvursnes við kós móti Vestmanna.

 

Staðið og Bryggjan

Klokkan 13-19 leygardagin verða tvær áhugaverdar framsýningar í Vestmanna, báðar á Staðnum. Onnur verður við modellum av gomlum vestmannaskipum, sum Finnbogi Christiansen hevur gjørt. Hin er ein framsýning við gomlum myndum úr Vestmanna, og her er tað Helgi Jacobsen, tíðindamaður, ið skrivar søgu um Vestmanna, sum sýnir fram.

Eitt annað tiltak, sum er á skránni tíðliga leygardagin, er, at Café Bryggjan vísir fótbóltsdyst millum Manchester United og Arsenal á stórskíggja. Hesin dystur verður sýndur klokkan 12.45.

Millum klokkan 16 og 19 verður tivoli í ítróttarhøllini við eitt nú fiskibrunni, bóltkasti við ferðmátara, hoppiborg, tombola, kaffisølu og lutaseðlasølu.

Klokkan 18 byrjar søla av grillaðum og vælumtóktum bátastevnubúffum á havnalagnum, og klokkan 19-21 syngja og spæla Sámal Ravnsfjall og Jóan Jakku Guttesen á havnalagnum.

 

Náttarbussur

Úr skránni leygarkvøldið kann annars nevnast, at fýrverk verður skotið klokkan 24, og klokkan 23.30 - ella beint áðrenn fýrverkið - verður felagssangur úr Grønu sangbók.

Stórdansurin í ítróttarhøllini byrjar klokkan 23, har vestmannabólkarnir, Thunderbirds og Vestmenn spæla, og her verður 18 ára aldursmark.

Skipað verður eisini fyri koyring við náttarbussi, sum fer úr Vestmanna klokkan 21.30 og 23.30 - og úr Havn til Vestmannar klokkan 22.30 og 00.30.

Koyrt verður úr aftur Vestmanna eftir dansin.

Sunnudagin verða eisini tiltøk á skránni, og tá verða framsýningarnar á Staðnum við modelskipum og gomlum myndum úr Vestmanna uppafturtiknar.

Framsýningin við modelskipum letur upp klokkan 12, og framsýningin við gomlum myndum klokkan 15. Báðar hava opið til klokkan 18 sunnukvøldið.