? Vit vænta okkum fitt av fólki til páskastevnuna, sigur Maja Jakobsen, ein av fyriskiparunum av páskastevnuni í Meinigheitshúsinum í Havn. Stevnan byrjar í annaðkvøld kl. 18. Maja Jakobsen er saman við Reimund Langgaard fyriskipari av páskastevnuni í ár.
? Vit halda okkum hava eina spennandi skrá við góðum talarum og sangframførslum hvørt kvøld.
Páskastevnan verður lagt upp eins og ein missiónsvika við møti hvørt kvøld, bønarløtu áðrenn møtini, barnaansing undir møtunum, møguleika til forbøn og drekkamunn eftir møtini.
Í ár lýsa tey við einari serligari ?páskastovu? uppiá í Meinigheitshúsinum.
? Uttan at avdúka ov nógv, kann eg siga, at í páskastovuni vilja vit merkja tær fyrstu páskirnar. Har verður møguleiki at hava eina stilla løtu og uppliva tómu grøvina, sigur Maja, og leggur aftrat:
? Vit vænta okkum fitt av fólki til páskastevnuna. Í fjør vóru nokkso nógv, og vit vænta okkum minst líka nógv í ár, sigur Maja.










