Fjølbroytt og áhugaverd ráðstevna um olju og búskap og fisk

TíÐIndaskriv frá Vinnuhúsinum

Oljuráðstevnan Offshore Faroes 2005 verður hildin týsdagin 18. januar í Norðurlandahúsinum.
Lagt er upp til eina sera spennandi og fjølbroytta skrá, tá Oljuvinnufelagið fer at skipa fyri ráðstevnu í Norðurlandahúsinum í januar mánað.
Hesuferð hevur Oljuvinnufelagið valt at býta ráðstevnuna upp í tveir partar. Fyrri partur snýr seg um oljuleiting á føroyskum øki og seinni partur um, hvat skal til fyri at tryggja vælferð Føroya.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum setir ráðstevnuna.
Sigurð í Jákupsstovu, stjóri í Oljufyrisitingini greiðir frá aðru loyvisrundu á føroyska økinum. Oljufyrisitingin fekk 9 umsóknir frá 8 feløgnum. Sigurð í Jákupsstovu fer at siga frá, hvørji oljufe-løg fingu leitiloyvi, um arbeiðsskránna hjá teim-um og hvørjar framtíðar vónirnar eru.
Gregory T. Himes, Vice President of Global Exploration frá Statoil fer síðani at greiða frá teirra áskoðan um framtíðar olju- og gass leiting. Gregory T. Himes hevur sagt, at úrslitið frá Rosebank/ Lochnagar er sera týdningarmikið fyri arbeiðið hjá Statoil í hesum økinum. Hann vónar at fundið fer at hava við sær fleiri góð leitiúrslit bæði í bretskum og føroyskum øki.
Eisini Dave Lewis, Exploration Manager hjá Chevron Texaco fer at greiða frá hvørjar møguleikar tey síggja í Atlants-mótinum.
Statoil og Chevron Texaco hava júst kunngjørt at feløgini hava funnið eina stóra nøgd av olju og gassi í Rosebank/Lochnagar feltinum, har Chevron Texaco er fyristøðufelag og Statoil eigur 30%. Feltið liggur beint við føroyska markið. Bæði Statoil og Chevron Texaco hava søkt um leitiloyvi í aðru loyvisrundu í Føroyum.
Føroya Kolvetni var millum mest aktivu feløgini við seinastu loyvisrundu í Bretlandi. Eisini hevur felagið sókt um loyvi í aðru loyvisrundu í Føroyum. Graham Stewart, stjóri fer at greiða frá teirra virksemi í økinum.
Eisini fer Wilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum, at gera status yvir teirra virksemi í Bretlandi.
Síðst í hesum parti fara Petur Joensen, deildarstjóri í Oljufyrisitingini og Regin Hammer, fyrisitari hjá FOÍB at greiða, hvussu pengarnir til førleikamenningina eru brúktir og hvat er komið burturúr.
Næsti partur av oljuráðstevnuni er ikki minni áhugaverður. Her verður spurt, hvussu tryggja vit vælferð Føroya í framtíðini?
Lagt verður út við íblástri frá øðrum londum. Fyrst fer Thorvaldur Gylfason, professari í búskapi við Universitetið í Íslandi at greiða frá, hvussu støðan er í Íslandi og hvat tey hava gjørt fyri at fáa búskapin minni tengdan at fiskivinnuni og harvið fingið eitt meira fjølbroytt vinnulív.
Somuleiðis fer Torger Reve, rektari og professari við BI Handils-há-skúlan í Stavanger at tosa um at leggja ætlanir fyri vøkstur í einum samfelag, sum er so nógv merkt av einum tilfeingis-búskapi.
Johnny í Grótinum, cand. Polit, Føroya Sparikassi, fer síðani at tosa um vinnupolitik og búskaparvøkstur í Føroyum.
Zvonko Mrdalo, búskaparfrøðingur hjá Hagstovu Føroya fer at vísa á, at tað ikki er bara fiskur føroyingar útflyta, men eisini tænastur av ymiskum slag. Hetta vísur gjaldsjavnin hjá Føroyum, sum júst er gjørdur.
Síðsta framløga hevur Ólavur Gregersen, stjóri í Bitland. Hann fer at vísa á hvørjar forðingar hann sær í føroyska búskapin-um fyri nýskapan. Hann fer eisini at koma við eini ætlan fyri, hvussu vit kunnu koma burtur frá hesi forðing.
Til síðst tekur Magni Arge, formaður í Oljuvinnufelagnum saman um.
Sí eisini
www.industry.fo har millum annað skráin liggur.
SÍÐSTA FREIST at melda til er mánadagin 10. januar 2005 stendur í skrivi frá Oljuvinnufelag-num.