Fyri lítlari løtu síðan endaði stóra Nýggjárskonsertin hjá Symfoniorkestrinum. Ein fjølbroytt konsert við frálíkum solisti Nýggjárskonsertin hjá Symfoniorkestrinum fekk fyri lítlari løtu síðan enda. Konsertin, sum vardi í góðar tveir tímar hevði nógv spennandi at bjóða uppá. Umframt at verk eftir kendum tónasmiðjum varð framført av Symfoniorkestrinum, luttók kór og solistar. Solistur var Eivør, ið millum annað framførdi egið lag saman við Symfoniorkestrinum, stykkið, sum Tórshavnar Býráð hevur bílagt frá Atla Kárasyni Petersen, varð frumframført á konsertini.
Lógvabrestirnir vóru stórir, tá konsertin varð rundað av við Sjampanjugaloppinum, hvørs solistur var Helena Dam á Neystabø.
Les meir í Sosialinum mánadagin.