Á Grækarismessu, týskvøldið 12. mars kl. 19.30 verður konsert við Elokuu-ensemblinum úr Finlandi og tónleikarum úr føroyska ensemblinum Aldubáruni í Norðurlandahúsinum.
Hetta er á øðrum sinni, at Elokuu-ensemble úr Finlandi vitjar í Føroyum. Ensemblið varð stovnað í 2003 og er samansett av einari klaverduo og einari strúkikvartett.
Tónleikararnir í bólkinum hava allir prógv frá konservatorium umframt at fleiri teirra hava vunnið kappingar innan teirra ljóðføri. Elokuu-ensemble framførir nógvar konsertir í Finlandi men hevur eisini verið á fleiri konsertferðum í Evropu. Tey, ið luttaka á konsertini í Norðurlandahúsinum eru klaverleikararnir Kati Arikoski og Anna-Mari Murdvee, Samuli Peltonen á sello, Mikk Murdvee og Leena Jaakkola á violin og viola, og ein gestatónleikari á floytu; Ilkka Laivaara.
Føroyska ensemblið, Aldubáran, varð stovnað í 1995 av sjey konservatorieútbúgvnum tónleikarum. Høvuðsendamálið var og er framvegis at framføra føroyskan tónleik bæði heima og í útlondum. Í dag eru 15 tónleikarar fastir limir í Aldubáruni. Aldubáran hevur bílagt og frumframført ørgrynnu av verkum eftir føroysk tónaskøld, sum hava vunnið frama bæði millum ummælarar og áhoyrarar heima og úti í heimi.Tey, ið luttaka á konsertini í Norðurlandahúsinum eru Andrea Heindriksdóttir á floytu, Anna Klett á klarinett og Christina Andersen á fagott.
Aldubáran fer at framføra verk eftir føroysku tónaskøldini Kára Bæk, Kristian Blak og Atla K. Petersen, meðan Elokuu-ensemblið fer at framføra verk úr heimlandinum Finlandi, og Estlandi og hartil fara tey at framføra kenda verkið "Sacre du Printemps" eftir russiska tónaskaldið Igor Stravinsky sum fýrahandað klaververk.
Atgongumerki og kunning á nlh.fo