Fjølbroytt jólakonsert í Vágs kirkju sunnudagin

Sunnudagin 16. desember kl. 18.00 verður fjølbroytt jólakonsert í Vágs kirkju. Á skránni eru sangir og tónleikur, sum hoyra hesi søtu jólatíðini til. Skúlaorkestrið úr Musikkskúlanum spælir. Næmingar úr Musikkskúlanum og Cindy Mensonides syngja og spæla. Barnakór úr 1. og 2. flokki í Vágs Skúla syngur.

Fyri fyrstu ferð syngur nýstovnaða Manskórið. Og at enda syngur Kirkjukórið Ljómur við Lars Mensonides sum kórleiðara.

www.sudurras.fo