Fjølbroytt jól í TUTLhandlinum

TUTL fer at seta dám á miðbýin við nógvum fjølbroyttum konsertum um jólini. Næstan dagligt verða konsertir og frá 20.des. verða tvær konsertir dagligt.

Hósdagin 10. desember kl. 16.30 verður útgávukonsert við Moniku Stauss

Joensen (violin) og Birgitte Schnakenburg (klaver), ið hava innspælt

yndisligar og kensluligar perlur úr klassiska tónleikaheiminum. Fløgurnar

verða seldar fyri serligan prís hendan dagin.

 

 

 

Fríggjadagin verða The Reverends í TUTLhandlinum, og leygardagin verður tað Jens Eli Ellefsen, sum stendur fyri undirhaldinum.

 

Týsdagin og hósdagin í komandi viku verða Jógvan Hansen og Fríðrik Ómar í TUTLhandlinum. Teir báðir hava fyri stuttum útgivið eina fløgu við heitinum Vinaløg, har tað besta innan føroyskan og íslendskan tónleik er á.

 

Fríggjadagin í næstu viku verður KATA í TUTLhandlinum, meðan leygardagin er tað vælumtóktu Høgni Lisberg, sum fer at framføra.