Fitt av sild gýtt undir Føroyum

Fyri fyrstu ferð síðan 1968 kunnu fiskifrøðingar staðfesta eina væl eydnaða gýting á føroyskum øki

Tað eru 32 ár liðin síðan norðhavssildin í týðandi nøgd hevur verið við Føroyar og gýtt. Og yngulkanningar við Magnus Heinason staðfesta, at ein stórur partur av sildini hevur yvirlivað.

­ Vit eru ikki fullvísir í, at talan er um norðhavssild. Tískil verða royndir sendar norskum serfrøðingum, ið endaliga kunnu staðfesta, at talan er um hesa sildina, sigur Jákup Reinert fiskifrøðingur.

Hann er sera fegin um, at sildin aftur hevur gýtt í føroyskum øki, tí hetta kann gera vistskipanina meira støðuga.

­ Sildin er føði hjá bæði fugli og fiski. Hon etur seg feita á landgrunninum og førir harvið orkuð inn á føroyskt økið. Hetta kann styrkja viðbreknu vistksipan okkara, sigur Jákup Reinert.


Veiða um veturin

Tað er nú einaferð soleiðis við fiski, at hann altíð kemur aftur á sama stað at gýta, har hann sjálvur er gýttur og vaksin upp.

Og er talan um norðhavssild, so kunnu vit um eini fýra ár, tá sildin kemur inn í fiskiskapin, aftur fáa gleði av henni.

­ Føroyingar kunnu tá veiða eftir sild um veturin, tí hon er feit og serstakliga góð til matna, sigur stjórin á Fiskirannsóknarstovuni Hjalti í Jákupsstovu.

Hann leggur kortini dent á, at yngulkanningar bert eru fyrsta vegleiðandi boð uppá, hvat er í væntu.

Men kanningarnar hjá Fiskirannsóknarstovuni av sildini við Føroyar hava verið so mikið positivar, at vit í Føroyum kanska áttu at repeterað frálíka sangin "Skútur brátt stevna av firði út, ta norðhavssild at fanga".Í Leipzig økinum búgva hálv onnur millión, og øll liðini, sum teir høvdu við í kappingini, eru langt síðani send til hús, staðfestir føroyski venjarin, og tað sær út til, at tey aðra staðni í Týskalandi halda tað sama sum hann. Fyri ungu menninar verður møguliga ferðin til Køln komandi ár ein stór gularót. Tað er einki at ivast í!

Uttan mun til hvussu tað gekk seinnapartin í gjár, so kemur føroyska liðið aftur til Føroya í morgin. Semifinlurnar og finalan verða spæld í dag.

jh