Fitt av fólki - men ein friðarlig nátt

- Eftir øllum at døma hildu skeinkistøðini halgidagslógina, soleiðis sum góður siður er, veit løgreglan at siga í morgun.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at fitt av fólki var í býnum í nátt, men náttin var sum heild rímiliga friðarlig.

 

- Vit vóru til steðar í náttarlívinum, og í einum tveimum førum fóru vit ímillum partar, sum vóru komnir upp at táttast.

 

Løgreglan sigur, at alt spældi væl av. Eingin hevur sovið í brummuni, og higartil er einki frætt um nakað harðskapsmál í nátt.

 

- Skeinkistøðini høvdu opið, men her var eingin tónleikur ella larmur av týdningi, tá farið varð um midnátt.

 

Vaktleiðarin sigur, at eftir øllum at døma hildu skeinkistøðini halgidagslógina, soleiðis sum góður siður er.