At fiskimenn í ES-londunum eins og aðrastaðni hava tveitt nógvan fisk aftur í havið í mong ár er ikki nakað nýtt, men nú er tann fyrsta royndin gjørd at kanna, hvussu stór virði eru tveitt útaftur
Kanningin, sum bretski hugsjónargrunnurin The New Economics Foundation hevur gjørt, kemur til ta niðurstøðu, at í árunum frá 1963 til 2008 tveittu fiskimenn í Norðsjónum, Skagerrak og Ermasundi fisk fyri 23 milliardir krónur útaftur. Kvotaskipaninar vóru ein orsøk, og ein onnur var, at fiskurin hevði ov vánaligan prís.
Jyllandsposturin, sum hevur hugt í frágreiðingina, vísir á, at Danmark er tann næststørsta fiskivinnutjóðin í umráðnum, og at eftir tølunum hava danskir fiskimenn tveitt 140 toskar aftur í havið fyri hvørjar 100, sum teir hava avreitt.
Tølini, sum The New Economics Foundation brúkar í útrokningunum, eru eftir upplýsingum frá altjóða havrannsóknarráðnum ICES, sum á hvørjum ári metir um, hvussu nógvur fiskur verður tveittur útaftur. Og so er tað neyvan av tilvild, at frágreiðingin kemur, júst sum ES-nevndin er komin við einum uppskoti um ein nýggjan fiskivinnupolitikk, har eitt av málunum er at fyribyrgja, at fiskimenn tveita fisk aftur í havið.










