Allir formennirnir í politisku flokkunum eru bodnir at sita í pallborðinum á fiskivinnutinginum í Klaksvík í kvøld
Og tað sær út tila t teir allir koma uttan formaðurin í Fólkaflokkinum, sum hevur sent fyrrverandi landsstýrismannin við fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, í staðin fyri.
Talan er um árliga fiskivinnutingið í Klaksvík, sum fyri 10. ferð verður hildið í sambandi við torradagarnar.
Sjálvandi verður nýskipan av fiskivinnuni eftir 31.desember í 2018 høvuðsevnið á tinginum, men borað verður eisini í, hvørjir flokkar møguliga kunnu hava áhugað í at gera semju um nýggja fiskivinnuskipan.