Fiskivinnuskúlin enn einaferð

Enn einaferð er Fiskivinnuskúlin í Vestmanna endaður við ónøktandi hølisviðurskiftum, og hesa-ferð beint upp undir eitt nýtt skúlaár, har næmingar til komandi ár eru tiknir inn, og skúlin er byrjaður við eini nýggjari útbúgving.

Hettar tí at bygningurin, ið løgtingið samtykti at keypa beint áðrenn tingið fór til hús uppundir valið, nú ikki verður keyptur. Tað er byggiumsitingin hjá landsstýrinum, ið er komin til ta niðurstøðu, at bygningurin hevur sett seg nakrar cm, og at hann tí ikki er egnaður til enda-málið. Men serfrøðingar siga, at tað ikki er óvanligt, at ein so stórur bygningur setur seg nakað tey fyrstu árini.
Fiskivinnuskúlin hevur havt sera ótrygg kor at virka undir frá fyrsta degi. Fleiri ferðir hava politiskar ætlanir verið at flutt hann úr Vestmanna, men enn hevur hettar so ikki eydn-ast, og spurningurin er so, um hettar er enn ein politisk ætlan, ið nú liggur á borðinum, tí vit vita, at tað eru sterkar kreftir, ið vilja flyta skúlan.
Hóast hesi ótryggu viðurskifti hevur skúlin yvirlivað og hevur ment seg til tað, hann er í dag. Men spurningurin er, hvussu leingi leiðsla, lærarar og næmingar støðast undir so ótryggum karmum, sum fiskivinnuskúlin hevur at virka undir.