Fiskivinnusamráðingar í komandi viku

Frá týsdegnum í komandi viku og til hósdagin samráðast Jørgen Niclasen og grønlendski fiskimálaráðharrin Simon Olsen. Samráðingarnar eru í Nuuk

ÓLAVUR Í BEITI


Frá at lítið og einki samstarv hevði verið á fiskivinnuøkinum millum Grønland og Føroyar í mong ár, varð rammuavtala gjørd í 1997 millum londini um samstarv á fiskivinnuøkinum, og londini møtast nú á hvørjum ári til tess at samráðast um sínámillum fiskirættindi.

Týsdagin í komandi viku verður fundur í Nuuk millum Jørgen Niclasen og Simon Olsen, og Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri, sigur í viðmerking til blaðið, at ikki bert verða fiskivinnusamráðingar, men røtt verður eisini um onnur felags mál, tá ið londini eru felags í fleiri altjóða felagsskapum.

? Saman við Grønlandi eru vit felags í NAFO um rækjufiskiskap, NEAFC um kongafiskiskap í Irmingarhavinum, og sild eisini og í framtíðini fara vit at tosa um makrel og svartkjaft.


Laksafiskiskapurin

? Í hesum felagsskapum er tað so, at Danmark er umboðað av ES, meðan Danmark sjálvt er limur vegna Føroyar og Grønland og ikki vegna seg sjálvt, sostatt hava Føroyar og Grønland bert eina atkvøðu, og tí er umráðandi at tosa sama mál ella fellur okkara atkvøðurættur burtur, vísur Jørgen Niclasen á.

Jørgen Niclasen nevnir eisini aðrar felagsskapir sum IWC og NAMMCO er umráðandi samstarv landanna millum, fyri Grønland viðvíkjandi kópinum og hvalinum, og fyri Føroyar viðvíkjandi grindahvalinum, har trýstið uttanífrá er størt.

? Og eisini viðvíkjandi laksafiskiskapinum á opnum havi er størt trýst. Hesin fiskiskapurur verður regluleraður í NASCO, og viðvíkjandi Grønlandi var í síðstu samráðingum við henda felagsskap henda kvota skorin niður í 20 tons, meðan vit framvegis hava tey 300 tonsini, sigur Jørgen Niclasen.

? Tað ræður um at veiðumannatjóðirnar hevja sín rætt og gera meiri vart við seg mótvegis øðrum londum, sum bert vilja skera alt niður, sigur fiskimálaráðharrin.


Toskurin við aftur

Viðvíkjandi fiskivinnusamráðingunum landanna millum, so er tað frá grønlendskari síðu makrelur og botnfiskur, meðan frá føroyskari síðu er tað svartkalvin. Jørgen Niclasen fegnast um, at nú er eisini toskurin komin við aftur í samráðingarnar, og tí er sera umráðandi hjá føroyingum at hava gott og mennandi samstarv við Grønland.