Fiskivinnunýskipan er neyðug

Tilfeingisrentan frá fiskivinnuni er ov lág, og politiska skipanin má taka støðu til handfaringina av tilfeingisrentuni, sigur Búskaparráðið í heystfrágreiðing síni.

Seinasta fólkatalsframskrivingin hjá Hagstovuni bendir á stórar broytingar í fólkasamansetingini og støddini av arbeiðsfjøldini. Slíkar broytingar fara at seta stórar avbjóðingar til fíggjarstýringina hjá tí almenna, metir Búskaparráðið. Eisini í fiskivinnupolitikkinum er neyðugt at hyggja longri fram, fyri at fáa hægst møguligu tilfeingisrentu í fiskivinnuni, boðar Búskaparráðið frá í heystfrágreiðing síni.

 

Les eisini Útflutningstølini eksplodera

 

Búskaparráðið hevur, saman við Hagstovuni, mett um BTÚ-vøksturin í leypandi prísum í ár og komandi ár. Vøksturin í 2014 og 2015 í leypandi prísum er mettur til ávikavist 4,6% og 4,3%. 

 

Í heystfrágreiðingini viðger Búskaparráðið stóru broytingar, sum eru hendar í føroysku útflutningsvinnuni seinastu árini. Ráðið vísir á, at føroyskur útflutningur nú er eyðkendur av trimum umleið eins stórum vinnugeirum: alivinnuni, uppisjóvarvinnuni og veiðuni av botnfiski og øðrum fiskasløgum. Meðan gongdin í uppsjóvarvinnuni og í alivinnuni er góð, orsaka av størri nøgdum og príshækkingum, so ásannar Búskaparráðið, at verri stendur til innan botnfiskaveiðu og aðra veiðu. Lækkandi landingar- og útflutningsvirði og minkandi nøgdir og prísur merkja vinnuni. Løntakarartalið innan botnfiskaveiðu og tilknýttari flakavinnu er minkað so mikið nógv, at vøksturin í løntakaratalinum innan alivinnu og uppisjóvarvinnu við tilhoyrandi virkjum, verri enn so hevur kunnað vigað upp ímóti. Samlaða løntakaratalið innan allar hesar tríggjar vinnugeirarnar tilsamans er samstundis minkað støðugt og nógv seinastu árini.

 

Búskaparráðið vísir eisini á, at føroyski útflutningsmarknaðurin er broyttur seinastu árini. Meðan útflutningurin til ES-marknaðin er minkaður, eru aðrir marknaðir vaksnir í staðin, so sum Kina, Russland, USA og Nigeria.

 

Les eisini Løgmaður bjartskygdur um búskapin

Stórar demografiskar broytingar fara at gera seg galdandi komandi árini, og hesar fara at gera tað tyngri og tyngri hjá tí almenna at minka um roknskaparhallið, boðar Búskaparráðið frá. Broytingarnar fara at henda so líðandi, og tær fara at hava líðandi, men stórar fíggjarligar avleiðingar. Búskaparráðið mælir tí til, at tað verða tikin størri atlit til gongdina í longdini í fíggjar- og búskaparpolitikkinum, og ikki bara atlit til gongdina 1-3 ár fram í tíðina. 

 

Búskaparráðið hevur gjørt nakrar útrokningar um stødd og gongd í tilfeingisrentuni í føroysku fiskivinnuni innan ymiskar veiðubólkar. Úrslitið av hesum útrokningum benda á, at roknaða tilfeingisrentan er ov lág, og at ein fiskivinnunýskipan tí er neyðug. Í einari slíkari nýskipan er neyðugt at hyggja longri fram í tíðina enn higartil, og politiska skipanin má taka støðu til handfaringina av tilfeingisrentuni, sigur Búskaparráðið. Ráðið vísir á, at frá politiskari síðu er semja um, at landið skal fáa okkurt fyri fiskin úr sjónum sum framleiðslutilfar í vinnuni (lisensgjald/royalty). Eftir er at taka støðu til, hvussu skal hetta uppkrevjast, og hvørji onnur atlit skulu takast við møguligari uppboðssølu, sigur Búskaparráðið at enda.