Samgongan er samd um aðalmálini, og vit fara nú undir samráðingar við allar flokkar um at fremja nýskipanina í verki
Høgni Hoydal, Aksel V. Johannesen og Poul Michelsen
Samgongan hevur sett eina nýggja skipan fyri fiskivinnuna sum eitt av sínum fremstu málum. Vit eru sannførd um, at tað kann gerast grundarlagið undir einum nýggjum tíðarskeiði í føroyskum búskapi, vinnu og umsiting av okkara fiskiríkidømi.
Royndirnar av verandi skipan
Tað verða nú 40 ár síðani, at fiskimarkið varð sett út á 200 fjórðingar, og 20 ár síðani galdandi lóg um vinnuligan fiskiskap varð sett í verk. Og vit hava gjørt okkum týðandi og dýrtkeyptar royndir.
- Í botnfiskiskapinum á okkara egnu grunnum, hevur støðan verið út av lagi seinastu 12-14 árini. Síðani ár 2000 er fiskiskapurin eftir til dømis toski, hýsu, kongafiski og flatfiski minkaður til eitt søguliga lágt støði, og støðan hjá allarflestu botnfiskastovnum er hættislig.
- Árliga landingarvirðið av veiðini á okkara botnfiskastovnum er minkað við meira enn 500 mió. kr. hesi árini.
- Fyri vinnuna og framleiðsluna kring landið og virðisøkingina av veidda fiskinum, hevur støðan á sama hátt verið hættislig í mong ár.
- Stórur partur av flotanum hevur leingi verið skuldarbundin, gamal og niðurslitin, tí fíggjarligar umstøður hava ikki verið til endurnýggjan.
- Fiskirættindi, sum landið hevur latið ókeypis, hava verið keypt og seld á privata marknaðinum. Peningur er harvið tikin úr vinnuni og í stóran mun farin av landinum.
- Skuldin er økt í flotanum uttan nakra endurnýgging. Og fíggjarligi váðin hjá bæði vinnu og lánveitarum hevur verið ovurstórur.
- Tey, ið vilja í vinnuna, mugu byrja við ovurstórari skuld, og tað er sera trupult hjá nýggjum aktørum at koma framat.
- Vinnurættindi eru savnað á alt færri hondum.
- Við privatari sølu av fiskirættindum er virðið av atgongdini at fiska kapitaliserað nógv ár fram í tíðina, og landið hevur ikki fingið virðið av hesi felags ogn.
Aðalmálini fyri nýskipanina
Samgongan setti tí síni greiðu aðalmál fyri eina nýggja skipan:
- Allur fiskiskapur skal vera lívfrøðiliga, búskaparliga og samfelagsliga burðardyggur.
- Fiskiríkidømið er ogn Føroya fólks og kann ongantíð gerast privat ogn.
- Vit skulu tryggja burðardygga stovnsrøkt og størstu langtíðarveiðu av øllum okkara stovnum. Vit skulu gerast undangonguland, ið hevur fremstu vitan og gransking um allar fiskastovnar og vistskipanir í havinum.
- Fiskirættindi skulu ikki longur seljast privat. Ístaðin skal tað almenna bjóða rættindi út fyri hóskandi tíðarskeið í eini marknaðargrundaðari skipan.
- Rættindini at fiska skulu vera á føroyskum hondum, og sáttmálar við manningarfeløgini skulu haldast.
- Somu rættindi og treytir skulu vera at bjóða seg fram at reka vinnu og skapa fjølbroytt virksemi, nýskapan og menning kring landið.
- Veiddur fiskur skal verða atkomiligur hjá føroyskum virkjum at bjóða uppá.
- Endamálið er at meirvirka og virðisøkja alt fiskatilfeingið mest møguligt. Og vit vilja økja munandi um gransking, royndir og vitan, ið kunnu tryggja hetta.
- Virðið av atgongdini at fiska – tann sonevnda tilfeingisrentan – eigur í størst møguligan mun at fella til landskassan.
Høvuðsendamálið er sjálvsagt, at fiskivinnan skal kasta mest møguligt av sær til alt samfelagið. Til manningar, reiðarí, virki og tænastuveitarar, og eisini til allar føroyingar.
Vit hava lagt dent á, at skiftisskipanir skulu gerast, soleiðis at allir partar kunnu laga seg til broytingarnar á ein skilagóðan hátt.
Nú tilmælið er handað um nýggja skipan fyri fiskivinnuna, liggur ein søguligur møguleiki og skylda hjá allari politisku skipanini – og hjá samfelagnum øllum. Tilmælini fevna um allar tættir í einari nýggjari fiskivinnuskipan, og vónandi fer nógv og neyvt orðaskifti og viðgerð at verða um ymsu lutirnar.
Fyrst og fremst er tað okkara ábyrgd og vón, at allir partar fara til samráðingar við opnum sinni, og leggja dent á at røkka teimum endamálum, ið verða avgerandi fyri Føroyar í mong ár framyvir.