Fyrrapartin í morgin kemur eitt skriv frá landsstýrinum, har høvuðslinjurnar í nýggju fiskivinnuskipanini verða almennar.
Landsstýrið hevur havt fund í dag, har hetta mál millum onnur hevur verið á skránni.
Semjan var gjørd í seinastu viku, men eftir at semjan var gjørd fór landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum av landinum eins og løgmaður var í Íslandi. Tá var avgjørt, at onki skuldi sigast um innihaldið fyrr enn teir báðir vóru aftur í Føroyum.
Nú er so avgjørt, at almenningurin verður kunnaður fyrrapartin í morgin










