Framløgunar vóru umleið 50 í tali og vóru bornar fram av granskarum úr Noregi, Ìslandi, Danmark, Finnlandi, Svøriki, Týsklandi, Spania, Portugal, Hollandi, Englandi og USA. Hetta eru lond, sum í minni mun enn Føroyar eru bundin búskaparliga av fíggjarligu úrtøkuni úr fiski og alivinnuni
Føroyar vóru vertir fyri stevnuni. Sjálvt um Føroyar eru nógv meiri bundnar at fiski og alivinnuni enn omanfyri nevndu lond, var eingin sjálvstøðug føroysk framløga.
Hetta er undarligt, havandi í huga tann týdning, sum fiski og alivinnan hevur fyri tað føroyska samfelagið.
Undirritaði var so heppin at verða ein av føroysku luttakarunum á stevnuni.
Havi eftir lokið prógv sum fiskivinnufrøðingur við lærda háskúlan í Tromsø, verið virkin í meira enn 10 ár innan føroyska fiskivinnu, serliga á leiðslustøði innan fiskiídnaðin.
Eftir Wefta stevnuna helt eg tað verða rætt at siga mína hugsan um fiskivinnugransking í Føroyum.
Hetta er so ein roynd at frambera míni sjónarmið, um hvussu eg haldi fiskivinnugranskingin í Føroyum frægast kann skipast, útifrá teimum menniskjaligu og fíggjarligu karmum sum eru í tí føroyska samfelagnum.
HVAT ER GRANSKING
Í hagfrøðiligum høpi nýta OECD londini hesar leiðreglur fyri at skilmarka (definera), hvat gransking er:
"Gransking kann skilmarkast sum skipað skapandi arbeiði, fyri at økja um ta vísindaligu og teknisku vitanina og brúka hesa vitan til at vísa á verkliga nýtslu".
Skilt verður vanliga ímillum tvey sløg av gransking:
oGrundgransking
oNýtslugransking
Grundgransking er uppruna kanningar sum hevur til endamáls at fáa fram nýggja vísindaliga vitan og fatan. Hon er ikki beinleiðis rættað ímóti verkligum málum ella nýtslu.
Nýtslugransking er uppruna kanningar, har denturin verður lagdur á at útvega nýggja vitan og fatan. Hon er beinleiðis rættað móti verkligum málum ella nýtslu.
Ì samband við tað víðari umrøðuna um fiskivinnugransking í Føroyum, vil eg brúka orðið vinnurættað gransking í staðin fyri nýtslugransking.
ER NEYÐUGT VIÐ FISKIVINNUGRANSKING Í FØROYUM ?
Eg haldi avgjørt, at tað er neyðugt við fiskivinnugransking í Føroyum.
Føroyska samfelagið verður borið uppi av teimum inntøkum, sum fiskivinnan á sjógvi og landi skapar. Meir enn 90% av tí føroyska heildarútflutninginum kemur frá fiski og alivinnuni. Sjálvt um talið av fólki, sum starvast í sjálvari vinnuni, ikki er so stórt, so er tað avleidda virksemið av fiski- og alivinnuni sera stórt.
Vit sóu í kreppuárunum, hvussu alt samfelagið ávirkaðist av tí negativu gongdini í fiskivinnuni.
Vit síggja í dag, hvussu alt samfelagið ávirkast av tí positivu gongdini í fiski- og alivinnuni.
Eitt samfelag, sum er so bundið av fiskivinnuni, má hava gransking innan fiskivinnu. Tí:
oVit mugu alla tíðina fáa sum mest burturúr okkara fiskatilfeingi.
oVit mugu alla tíðina kenna tørvin hjá okkara kundum, soleiðis at vit framleiða tær vørurnar, sum geva teir bestu prísirnar til virki og samfelag
oVit mugu framleiða okkara vørur, soleiðis at tær eru á einum jøvnum og høgum góðskustøði.
oVit mugu framleiða okkara vørur til kappingarførar prísir.
oVit mugu alla tíðina standa okkum í kappingini mótvegis okkara kappingarneytum
Ì eini tíð har fría kappingin ræður, har broytingarnar henda skjótari enn nakrantíð, er tað sera umráðandi altíð at vera kappingarførur mótvegis kappingarneytunum. Hetta krevur gransking!
Vit mugu staðfesta at tað er sera lítið av fiskivinnugransking, ið fer fram í Føroyum sammett við onnur lond, sum t.d. Noreg og Ísland. Serstakliga lítið av hesi gransking hevur beinleiðis vinnuligan týdning.
Eitt sindur av gransking fer fram á Fiskirannsóknarstovuni og er mest sum bara lív ? og vistfrøðislig gransking. Nakað av lívfrøðisligari gransking fer eisini fram á Biofar, men tað hoyrist enn ikki um nógv úrslit hagani frá. Heilsufrøðisliga Starvsstovan hevur eisini verið við í onkrum norðurlendskum verkaætlanum t.d. innan Listeria.
Felags fyri tað sindrið av fiskivinnugransking, sum fer fram í Føroyum í dag, er, at tað er sera lítið av hesi gransking sum gevur vinnulig árin.
Tann tøkniliga menning av fiskivinnu og alivinnu í Føroyum er fyri tað mesta komin sum úrslit av gransking ? men útlendskari gransking.
Føroyingar hava verið rættiliga dugnaligir at brúka útlendsk granskingarúrslit fyri at menna fiski- og alivinnuna. Vandin við eini slíkari "kopiering" er, at táið hendan er framd, hava kappingarneytarnir t.d. aftur tikið aðra tøkni í brúk ella framleiðslu.
Samstundis er nógv útlendsk vinnugransking vard, og úrslitini koma ikki fram fyrr enn rúm tíð er farin.
Hetta ger, at tað er neyðugt hjá føroyingum sjálvum at granska.
ER FØRLEIKI INNAN FISKIVINNUGRANSKING Í FØROYUM ?
Føroyska samfelagið hevur eitt vælútbúgvið fólk. Rættiliga stórur partur av fólkinum nema sær hægri lestur uttanlands serliga í Danmark.
Um hugt verður eftir, hvar tey høgt útbúnu fólkini enda eftir lokið prógv, er tað serstakt fyri Føroyar, at tey flestu fáa starv í almenna sektorinum, meðan bert tey heilt fáu fáa sær starv í privatu vinnuni.
Hví hetta er so er ikki so lætt at greiða frá, og er heldur ikki ætlanin við hesi grein.
Vit mugu bara staðfesta, at tann mesti heilakapasiteturin "Brainware" í samband við granskingar-førleika í Føroyum er í almenna sektorinum.
Um mest tí skal fáast burturúr gransking í Føroyum sæð út frá einum vinnuligum sjónarmiði, er tað neyðugt við sera góðum samstarvi ímillum almenna sektorin og tað privata vinnulívið. Hetta krevur virðing frá báðum pørtum og tað krevur ikki minst at møguleiki er fyri nýggjum samstarvsloysnum, sum ikki eru heftar av gomlum vana og sum ganga tvørtur um sektorar og (møguliga) eisini fakmørk.
Um ikki hetta letur seg gera eri eg bangin fyri at tann "Brainware" sum vit eiga í almenna sektorinum verður til "Drainware", av tí at tær fakligu avbjóðingarnar verða ov lítlar og at vandi av tí sama er fyri at fólk sovna burtur ella stinga í sekkin, og finna sær avbjóðingar aðrastaðni enn í Føroyum.
Stór verklig vitan er ímillum fólk, sum dagliga starvast í tí føroysku fiski og alivinnuni. Fiskivinnan er so stórur partur av tí lokala samfelagnum og grípur inn í so stórar partar av dagliglívinum hjá føroya fólki, at sera góður gróðrarbotnur er fyri mennandi tjaki um viðurskifti, sum viðvíkja hesum vinnum.
Granskingar avbjóðingin liggur tískil í at samskipa hesa vitan og seta hana saman við servitan á ymiskum økjum, fyri harvið at fáa ítøkilig verklig úrslit burtur úr .
HVØR FISKIVINNUGRANSKING SKAL VERÐA OG HVUSSU KANN HON SKIPAST ?
Undirritaði er av tí avgjørdu áskoðan, at tann fiskivinnugransking, sum vit skula hava í Føroyum, skal verða vinnurættað gransking.
Bæði tað fíggjarliga og menniskansliga tilfeingi er avmarkað, og tí eigur orkan at verða løgd á gransking sum kemur vinnuni til góðar í mest møguligan mun.
Ì dag fer fram ávís gransking innan fiskiídnað á Heilsufrøðisligu Starvsstovuni (HFS). Hetta verður fíggjað við, at stuðul verður latin úr grunninum fyri praktiskar fiskiroyndir til verkaætlanir innan fiskiídnaðin.
Verkaætlanirnar eru sera nógv bundnar at teimum fólkum, sum starvast á HFS og ikki so nógv at, hvat er mest gagnligt fyri vinnuna.
HFS er fyriskipað soleiðis, at undir stjóranum er fyrisitingardeild, fiskivinnudeild, sum mest fæst við eftirlit, umhvørvisdeild, umframt mikrobiologisk og kemisk starvsstova. "Granskingareindin" gongur uppá tvørs av áðurnevndu deildum.
Tað hevur ljóðað at landstýrið ætlar at styrkja um granskingarpartin á Heilsufrøðisligu Starvsstovuni.
Tað er gleðiligt, at landstýrið vil styrkja granskingina í Føroyum við at játta pengar til endamálið, men spurningurin er, um tað er rætt at at styrkja fiskivinnugranskingina undir tí bygnaði, sum HFS hevur í dag.
Høvuðsorsøkin til at eg ivist í hesum er, at eg meti tað verða óheppið at t.d eftirlit við virkjum verður gjørd í sama fyriskipanarliga bygnaði sum granskingin. Vandi er eisini fyri, at granskingin verður gjørd við útgangsstøði í persónum, sum arbeiða á HFS, og ikki neyðturviliga eftir tí tørvi, vinnan hevur.
Støða má tí takast til tann fyriskipanarliga bygnaðin á HFS. Stovnurin kann hava sama bygnað sum nú, meðan granskingarparturin verður lagdur uttanfyri stovnin, ella at eftirlitið verður flutt úr stovninum og lagt saman við t.d. fiskiveiðieftirlitinum.
Granskingarverkaætlanir eiga at verða gjørdar í tøttum samstarvi við vinnuna og í mest møguligan mun úti á teimum virkjum, sum eru við í teimum einstøku verkaætlaninum. Mínar leiðsluroyndir gjøgnum 10 ár, hava sannført meg um, at har granskarar og virki arbeiða tætt saman, fæst mest burturúr, tí tann praktiski førleikin, sum starvsfólkini hava frammanundan, hjálpir væl til at røkka góðum verkligum úrslitum.
Við at vera úti á virkjunum fáa granskararnir eisini betri fatan av, hvat er mest átroðkandi og lønandi at granska.
Sjálvandi eigur ein at brúka t.d. tær tænastur, sum HFS veitir innan smáverulívfrøði og evnafrøði og ta hollu vitan sum hesin stovnurin hevur bygt upp innan hesi økir. Eg dugi ikki at síggja, at tað skal verða nakar trupulleiki at samskipa fiskivinnugranskingina uttanfyri HFS og samstundi hava møguleika at brúka tær tænastur, sum HFS hevur í dag.
Ein spurningur, sum sjálvandi skal svarast í sambandi við fiskivinnugransking, er, hvør skal gjalda.
Eg haldi at fiskivinnugranskingin eigur at verða fíggjað partvís við almennum pengum og partvís frá vinnuni sjálvari. Vinnan kundi t.d. latið eitt ávíst gjald av útflutninginum og markað tað til gransking, menning og marknaðarføring. At vinnan sjálv er við í fíggingini økir eisini um áhugan hjá vinnuni at fáa ítøkilig úrslit burturúr granskingini.
Hvussu nógv, hvør partur skal gjalda, má eisini síggjast í mun til, hvørjar verkaætlanir talan er um, og hvussu avmarkandi tær eru.
At gransking kann geva úrslit varð, eg sannførdur um eftir vitjan á einum virki í Norður Noreg herfyri.
Virkið virkar úrdráttir úr fiska- og alislógvi, og framleiddi hávirðisúrdráttir sum fiskalýsi til matvøruframleiðslu (functional foods), ensymir, kaviar, DNA-salt (verður brúkt í kosmetikkídnaðinum) og aðrar hávirðisúrdráttir.
Virkið, sum er eitt úrslit av miðvísari vinnurættaðari gransking, metir, at um fimm ár, kann virðið burturúr fiski og alislógvi hava eitt meirvirði uppá 5 Nok. Kr umroknað pr. kilo rávøru fisk.
Eg skal at enda koma við fýra dømum um áhugaverdar og eisin átroðkandi vinnurættaðar granskingaruppgávur innan fiskivinnuna í Føroyum:
oHvussu skulu vit bera okkum at fyri at ala longri til havs ? (tøkni, búskapur vm.)
oTilgongd (rekruttering): Hvussu tryggja vit okkum støðugt og nýtt starvsfólk til fiski og alivinnuna ?
oBetri gagnýtsla av fiskatilfeinginum: Hvussu fáa vit lønandi virksemi burturúr tí rávøru sum í dag ikki kemur til lands, og hvussu fáa vit hækkað virði burturúr hjáframleiðslum
oHvussu fáa vit endurnýggjað heimafiskiflotan, soleiðis at hann verður lønandi
Vón mín við hesi grein er at birta uppundir kjak um føroyska fiskivinnugransking.
Granskingin er neyðug longu ídag.
Granskingin verður uppaftur neyðugari í einum føroyskum sjálvberandi fiskivinnubúskapi.
Við tøkk fyri upptøkuna.
Egil Olsen - fiskivinnufrøðingur
Myndatekstur (Mynd av Egil Olsen)
Vit sóu í kreppuárunum, hvussu alt samfelagið ávirkaðist av tí negativu gongdini í fiskivinnuni og vit síggja í dag, hvussu alt samfelagið ávirkast av tí positivu gongdini í fiski- og alivinnuni.Ì eini tíð, har fría kappingin ræður og har broytingarnar henda skjótari enn nakrantíð, er tað sera umráðandi altíð at vera kappingarførur mótvegis kappingarneytunum. Hetta krevur gransking, sigur Egil Olsen, fiskivinnufrøðingur, sum her roynir at birta uppundir kjak um føroyska fiskivinnugransking










