Fiskivinna
Tað er so aktuelt at tosa um, at føroyska samfelagið eigur at hava fleiri bein at standa – og ikki bara tað eina beinið, sum er fiskivinnan.
Øll hugskot um nýggjar alternativar vinnur eru kærkomin, og øll fegnast, tá tað vísir seg, at okkurt, sum ikki er tengt at fiski, fæst at bera til.
Onkur í fiskivinnuni skal hava so beinrakið sagt, at “vit mugu hava file’ina, til vit hava fingið idé-ina…”
Tá borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn Jacobsen, setti sjómannadagin í fjør heyst, segði hann eina fitta søgu.
Tað var ein fín kona í Klaksvík, sum í góðveðrinum ein dagin kom gangandi fram við einum kjallara, har maður stóð og egndi. Roykurin av gomlum agni reyk um húsanna, og henda fína kvinnan hevði hug at snerkja. Tá ið skuldi maðurin, sum stóð við stampinum, hava á munni við konuna: “Onkur má lukta illa fyri, at tú skal kunna lukta væl..”
Klaksvíkin er ein rættiligur fiskivinnubýur, og tað er stuttligt at koma oman á Kósabrúnna ein slíkan dag, sum í dag, tá skip landa, og nógv virksemi er við bryggjukantin og inni á virkinum.
Býurin hevur ígjøgnum mong ár verið neyvt tengdur at húkavinnuni, og tá ið so er, kemur tann nógvi fiskurin upp á land í tørnum. Tá er tað serliga streymur, veður og vindur, sum gera av, nær skipini fara – og nær tey koma. Men síðan virkini fóru at keypa skip innundir seg aftur, og Kósin í Klaksvík ikki er aftarliga í tí “kórinum”, eru fleiri ísfiskatrolarar komnir til Klaksvíkar.
Hetta merkir, at virksemið á fiskavirkjunum í oynni ikki longur er so neyvt tengt at streymi og veðri.
Ísfiskatrolararnir royna at kalla í øllum veðri, og tí eru landingarnar í Klaksvík nú meira regluligar enn áður.
Umframt stóra virksemi ein slíkan dag á Kósabrúnni, er nógv egning í skúrunum á Stongunum, tá ið líkindi eru til útróður.