At avreiðingarvirðið minkar kann gera fiskivinnuna liðiligari, heldur stjórin á Hagstovuni Avreiðingarvirðið teir fyrstu sjey mánaðirnar í ár var 20 prosent ella einar 140 milliónir krónur minni enn somu mánaðir í 2007. Tað fær avleiðingar, soleiðis at partar av fiskivinnuni noyðast at gevast ella í minsta lagi at leggja um.
-Skipanin kann valla virka betur, sigur Hermann Oskarsson, stjóri á Hagstovuni, við útvarpið hjá Kringvarpinum.
Tað er einki, sum bendir á, at fiskivinnan kann vænta sær stuðul, og einasta bjargingin kann tí vera, at fólk í fiskivinnuni seta nýggja kós og læra seg at gerast nógv liðiligari vinnuliga, heldur stjórin á Hagstovu Føroya.










