Poul Michelsen
Framsókn
www.framsokn.fo
----------
Eg síggi í bløðunum at Fólkaflokkurin spyr, hví Framsókn hevur gjørt semju við Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Tjóðveldi um ein langtíðar fiskivinnupolitikk.
Svarið er sera einfalt. Hesir omanfyri nevndu flokkar hava munandi meira í felag við fiskivinnupolitikkin hjá Framsókn enn t.d. Fólkaflokkurin hevur.
Eg haldi ikki, at tað er skeivt, tá eg sigi, at Fólkaflokkurin hevur stjórnað førda fiskivinnupolitikkinum hesi nógvu seinastu árini. Alt ov stór veiðiorka toytir fiskastovnarnar, lítla virðing fyri lívfrøðiliga grundarlagnum, og treytaleysa stuðulsjáttan til rakstur, hevur máað støðið undan øllum lønsemi í fiskivinnuni.
Forrestin “tilfeingisgjald” hvør uppfann tað? Var tað ikki Fólkaflokkurin, sum í fjør álegði fiskivinnuni serligan tilfeingisskatt?
Nú er makrelveiðan í ár ikki so avgerandi fyri langtíðarsemjuna. 2011 er eitt royndarár, har allar skipanirnar skulu fáa loyvi at royna seg. Og 1. oktober verður tikið samanum. So verður niðurstøðan skrivað inn í langtíðaravtaluna.
Eg kundi hugsað mær, at fólk fóru inn á www.framsókn.fo og har finna har eina grein, sum eg skrivaði í fjør um makrelmálið.
Greinin endar við, at heitt verður á vinnuna um at søkja møguleikarnar og ikki forðingarnar.
Sjálvur haldi eg ikki, at landsstýrið er komið serliga væl frá býtinum av makreli fyri í ár. Beinleiðis skeivar avgerðir eru tiknar.
Landsstýrið hevur í høvuðsheitinum bara tryggja nótaflotanum sín stóra part. Og nógv kann sigast um hvussu rætt er farið fram her. Síðani hevur landsstýrið roynt at endurgoldið teimum, sum siga seg hava mist rættindi, orsakað av at vit onga strandalandaavtalu hava.
Alt sum eitur royndarveiða, nýggir veiðihættir og virðisøking, er ringt at fáa eyga á í býtinum. Hetta er sera harmiligt, og er ein mótsøgn til sjálva grundgevingina hjá uttanlandsnevndini, at loyva royndarveiðu eftir 50.000 tons av makreli.
Í avtaluni um fiskiskapin eftir makreli í ár er avtalað, at gjald skal takast fyri veiðirættindini. Fyri okkum í Framsókn er hetta onki krav. Vit ynskja ikki, at gjald skal leggjast á ta veiðu, sum verður avreidd í Føroyum, meðan veiða, landað uttanlands, skal hava serligar treytir og tá er gjald ein møguleiki. Hetta hava vit fingið við í avtaluna og við, tá eftirmetingin skal gerast.
Vit eru eisini sera ivingarsom mótvegis uppboðssøluni – hetta mest tí, at Tjóðveldi ikki enn hevur megnað at greiða frá, hvussu ein slík skal virka. Hetta kann bara prógvast við at royna eina slíka, og so síggja hvussu hetta spælir av.
Framsókn - veit og virðir, at íløgur skulu gerast í fiskivinnuna, og at tryggleiki skal til, fyri at hesar skulu rentast og afturgjaldast.
Eg haldi ikki at fiskivinnan skal óttast fyri framtíðini. Tó eigur fiskivinnan at hugsa um, hvør vil, fiskivinnuni væl, og hvør vil at vinnan gerst lønandi, stuðulsfrí, fjølbroytt og burðardygg. Hesum haldi eg eisini fólk skulu hugsa um, tá tey fara á val næstu fer.
Framsókn sær tíverri lítlar møguleikar í at samstarva við Fólkaflokkin um ein framtíðar fiskivinnupolitikk – men vónandi kann hetta broytast.
Framsókn hevur á heimasíðu síni lýst sín fiskivinnipolitikk:
- Á veg móti einari lønandi fiskivinnu.
Fiskivinnan skal eiga hægstu raðfesting við tí endamáli, at hon gerst kappingarfør og lønandi.
Øll fiskiveiða skal verða grundað á fiskifrøðiligar tilráðingar frá Havstovuni.
Ein 3-5 ára skiftisskipan skal tryggja, at øll veiða verður lívfrøðiliga burðardygg.
Ein verjuskipan skal tryggja tilgongdina av smáfiski.
Allar stuðulsskipanir eiga at falla burtur yvir eitt 3 – 5 ára tíðarskeið.
2018 verða øll veiðuloyvi endurnýggjað at tryggja lønsemi, best møguligan samfelagsbúskap, lívfrøði, fjølbroytni, orkunýtslu, vinnufrælsi og verandi vinnu.
Dentur skal leggjast á at gagnnýta alt tilfeingið. Ein granskingar- og verksetanarfígging eigur at tryggja, at hetta hendir.
Politiska skipanin skal miðsavna seg um at gera karmarnar og ikki stýra fiskivinnuni í smálutir, soleiðis, at vinnan sjálv fær møguleika at virka og tillaga seg føstum kendum karmum.
Krøv ella gjøld kunnu áleggjast øllum fiskiloyvum við atliti til størsta samfelagsliga týdningin.